Seinastu 4 árini havi eg sitið sum formaður í havnanevndini í Runavíkar kommunu, og hevur tíðin sannført meg um, at ein vinnunevnd eigur at avloysa havnanevndina.
Havnanevndin tekur sær sjálvandi av teimum málum, sum hoyra havnini til, men ofta umskarðast vinnulig áhugamál soleiðis, at tey kunnu fella uttanfyri málsøkið hjá havnanevndini.
Alt ov ofta hava mál av vinnuligum tídningi fingið ymiska viðger, alt eftir hvørji nevnd tey hava verið viðgjørd í. Hetta kann í ringasta føri elva til, at vinnuvirki leita upp aðrar kommunur at virka í.
Verður havnanevndin hinvegin umskipað til eina vinnunevnd, kunnu fleiri vinnugreinar samskipast undir somu nevnd við eini smidligari og dygdarbetri málsviðger.
Ein vinnusamskipari ella vinnustjóri skal tí setast í starv fyri at bøta um arbeiðsmarknaðarviðurskiftini, og til at veita vinnulívinum so góðar tænastur sum gjørligt.
Ein av fyrstu uppgávunum hjá vinnunevndini verður, saman við vinnulívinum í kommununi, at gera eina menningarætlan, sum skal tryggja framhaldandi búskaparvøkstur og trivnað í kommununi, ið eisini røkkur at sambondum við útlandið..
Harafturat skal nevndin syrgja fyri, at fyrireika kommununa til at taka ímóti teimum avbjóðingum og møgulleikum sum Skálafjarðartunnilin førir við sær.
Runavíkar kommuna skal framhaldandi virka fyri, at skapa nøktandi karmar og umstøður til verðandi vinnuvirkir og gerða tað áhugavert hjá fyri onnur at virka í kommununi.
Íverksetan, umboðan og netverkstiltøk v.m. skulu samskipast betur og kommunan skal syrgja fyri, at ein vitanargrunnur, sum verður alment atkomiligur, verður settur á stovn.
Gott val