- Tað er ógvuliga óheppið, at Vinnumálaráðið skal koma við júst øvugtum upplýsingum um, at stýrisskipanin er brotin, sigur Sirið Stenberg.
Tað kom dátt við hjá Sirið Stenberg, limi í landsstýrismálanevndini, tá hon læs tíðindaskrivið frá Vinnumálaráðnum.
- Tað, sum stendur í hesum tíðindaskrivi er beinleiðis skeivt og ósatt. Tað er full semja í nevndini um, at Játtanarlógin er brotin, og tað er full semja í nevndini um, at Stýrisskipanin er brotin, sigur Sirið Stenberg.
Hon viðgongur tó, at í spurninginum um Ábyrgd landsstýrismanna, býtti nevndin seg í tvey.
- Í mínari verð er hon eisini brotin, og tað er tað, sum løgfrøðiliga ráðgevingin eisini vísti á. Men har býtti nevndin seg so í tvey, tí hinir báðir limirnir mettu ikki, at hendan ikki var brotin, sigur Sirið Stenberg.
Hon heldur, at taðer ógvuliga óheppi, at eitt Ráð skal koma við skivum upplýsingum.
- Eitt Ráð má koma við røttum upplýsingum, ella missa fólk álit á ráðnum. Tað er tí sera óheppi, at Vinnumálaráðið kemur við skeivum upplýsingum, tí niðurstøðan kann jú lesast hjá Vinnumálaráðnum sjálvum, sigur Sirið Stenberg.
Hon ivast kortini í, hvat kann gerast við tað.
- Eg valdi so at gera støðuna greiða sum skjótast, so fólk kunnu fáa røttu upplýsingarnar, sigur Sirið Stenberg.
Niðanfyri sæst leinkja til niðurstøðuna hjá landstýrismálanevndini.