Vinnumálastýrið hevur skift til Kall

Vinnumálastýrið skifti fyri kortum veitara á samskiftisøkinum. Nýggi veitarin er Kall. Tað er samstundis Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum umsitur Føroya Tele í landsstýrinum, sum skiftir veitara

 

 

Fyri einum góðum ári síðani fingu føroyingar kapping á fjarskiftisøkinum. Hetta hendi, tá tvær nýggjar fyritøkur bjóðaðu seg fram sum veitara av telefontænastum.

 

Síðani tá hava tær báðar nýggju fyritøkurnar, Kall og TeleF, lagt saman til eina nýggja fyritøka, sum eitur eftir einari av fyritøkunum, Kall. Longu frá byrjan søgdu umboð fyri hesar báðar fyritøkur, at tað fór at vera trupult hjá trimum tílíkum fyritøkum at yvirliva, og hetta máttu báðar fyritøkurnar eisini sanna rættiliga skjótt, og úrslitið er nýggja fyritøkan Kall, sum í skrivandi stund eigur umleið 10% av marknaðinum. Havast skal í huga, at Kall í løtuni ikki bjóðar fartelfontænastur.

 

Ein tann nýggjasti kundin hjá Kalli er Vinnumálastýrið.

 

 

 

Skift

 

Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálastýrinum, váttar fyri Sosialinum, at Vinnumálastýrið hevur skift til Kall sum veitara av fjarskiftistænastum innan fastnet. Talan er bert um fastnetveitingar, tá aðrir veitarar eru á bæði GSM og Internet tænastum.

 

Tað var 1. august, at avgerðin varð tikin at skifta veitara til Kall. Hetta varð gjørt eftir at biðið varð um tilboð frá teimum ymsu fyritøkunum. Sambært Hjørdis Gaard, fulltrúa í Vinnumálastýrinum, er hetta vanlig mannagongd, t.e. at bjóða út ymiskar tænastur, tørvur er á.

 

Freistin varð sett til 1. juni. Eftir hvat Sosialurin skilur, lótu bæði Kall og Føroya Tele tilboð inn.

 

Tilboðið, Føroya Tele letur inn, bjóðar Vinnumálastýrinum ávísan avsláttur, men hetta hóvar ikki Fjarskiftiseftirlitinum, sum vísir á, at tilboðið hjá Føroya Tele er brot á fjarskiftislógina. Føroya Tele fekk álagt at halda uppat við at geva tílík tilboð. Sostatt kundi Føroya Tele ikki geva nakað tilboð til Vinnumálastýrið, sigur Richard Mortensen, makrnaðarstjóri hjá Føroya Tele.

 

Endin var, at Kall gjørdist veitari hjá vinnumálastýrinum innan fastnettænastur.

 

- Vit mettu allar umsóknirnar á jøvnum føti, og koma til ta niðurstøðu, at Kall hevði besta bilboðið, sigur Hjørdis Gaard, fulltrúi í Vinnumálastýrinum.

 

Hin 25. juli móttekur Vinnumálastýrið eitt skriv frá Kall, har teir seta spurnartekin við frígevingina av fjarskiftismarknaðinum í Føroyum. Ì sami skrivi verður víst á, at Kall tá ikki hevði ein almennan stovn sum kunda, hóast teir hava væl lægri prísir. Hetta skriv varð sent eina góða viku frammundan, at avgerð varð tikin um at skifta til Kall.

 

Skrivið frá Kalli varð eisini sent frá Vinnumálastýrinum til hini stýrini.

 

 

 

Avsláttarskipan

 

Orsøkin til, at Fjarskiftiseftirlitið tók so dýran til í skrivi til Føroya Tele, sum varð sent 12. juni 2001, var, at Føroya Tele onga góðkenda avsláttarskipan hevði. Fjarskiftiseftirlitið gav Føroya Tele eina stutta freist at halda uppat at geva tílík tilboð. Ì sama skrivi stendur eisini at lesa, at Fjarskiftiseftirlitið, um freistin um at halda uppat við at geva tilboð ikki varð hildin, vildi meta um, hvørt málið skuldi meldast til Landfútan sum brot á fjarskiftislógina.

 

Nýggja stríðið á fjarskiftismarknaðinum í Føroyum snýr seg eisini um hesar góðu avsláttarskipanir. Sum støðan er í løtuni, so hevur Kall eina góðkenda avsláttarskipan, men Føroya Tele enn ikki hevur fingið nakra avsláttarskipan góðkenda, hóast teir hava søkt í eina tíð nú.

 

Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum, sigur, at teir hava góðkent eina avsláttarskipan hjá Kalli, men Føroya Tele enn ikki hevur fingið nakra avsláttarskipan góðkenda.

 

Jógvan vísir á, at teir skulu syrgja fyri, at eitt nú reglugerðinar verða hildnar. Hann vísir eitt nú á, at meginreglarnir fyri prísáseting skulu yvirhaldast.

 

Føroya Tele hevur havt eina umsókn liggjandi hjá fjarskiftiseftirlitinum, men Sosialurin fekk beint undan evstamark at vita, at henda eisini varð noktað av Fjarskiftiseftirlitinum.

 

 

 

 

 

Tveir leiklutir

 

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur ikki, at tað er nakað løgið í, at Vinnumálastýrið nýtir Kall sum veitara av fastnettænastum.

 

Hesi somu áskoðan hava bæði Hjørdis Gaard og Arne Poulsen. Hjørdis Gaard vísir eisini á, at Vinnumálastýrið eisini hevur ein internetveitara, sum ikki eitur Føroya Tele.

 

Bjarni Djurholm ásannar, at hann í hesum førinum hevur tveir leiklutir: ?eigari? av Føroya Tele og ein landsstýrismaður, sum skal syrgja fyri eins fortreytum fyri øll og reka umsitingina so skynsamt sum gjørligt.

 

Bjarni Djurholm vísir somuleiðis aftur ákærunum um, at hann minkar um virðið hjá Føroya Tele.

 

- Tað, sum vit missa her við at skifta til Kall, fáa vit aftur aðrastaðni, sigur Bjarni Djurholm.