Undir yvirskiftini "Ikki veð í aliloyvum kortini?verðurm.a. víst á í tíðindaskrivinum fylgjandi:
"Hin 15. desember 2003 avgjørdi Eystari Landsrættur, at tinglðsingarmyndugleikin hevur skyldu at tinglðsa veð í aliloyvum, um alari biður um hetta. Landsrætturin gekk við dómi sínum ímóti eini avgerð Føroya Rættur frammanundan hevði tikið.
Við hesum var vegurin opin fyri, at alarar kundu veita lángevarum sínum veð í aliloyvunum. Dómurin var sostatt ein hjálp til alararnar, sum í teimum sváru tíðum vinnan er í, hava trupult við at fáa til vega neyðuga og nøktandi fígging.
Eyðvitað aftra lángevarar seg at veita fígging til eina vinnu í trupulleikum, tá vandi er fyri, at lán-gevarar, um tað kemur til fíggjarligt skrædl hjá alara, mugu yvirtaka útbúnaðin og fiskin uttan ali-loyvi. Uttan aliloyvi verða lángevarar forðaðir í at selja alivirkið víðari sum eina going concern. Tað er væl skiljandi, at hesi viðurskifti í ovurhonds mun økja um tapvanda lángevarans.
Alarar høvdu allar orsøkir at fegnast um dóm landsrættsins. Hann var sjálvandi somuleiðis til fyrimuns fyri lángevararnar. Men lángevararnir fara at laga seg til umstøðurnar. Ber ikki til at veita veð í aliloyvum fara kredittirnir at verða færri og minni.
Við støði í hesum er tað eitt vónbrot fyri alararnar og peningastovnarnar at frætta, at Vinnumála-ráðið hevur søkt Procesbevillingsnævnet um loyvi at kæra avgerðina hjá Landsrættinum til Hægstarætt.
Nú alarar og lángevarar stríðast fyri at halda vinnuna gangandi, er hetta eitt sera óheppið tekin at senda." stendur í tíðindaskrivinum