Vinnumálaráðið viðmælir

Vinnumálaráðið viðgjørdi á fundi týsmorgunin umsóknina frá Danish Air Transport um at sleppa at flúgva til Føroya. Vinnumálaráðið hevur onga viðmerking, sum er tað sama sum viðmæli, og letur nú umsóknina til danska ferðslumálaráðið at játta ella nokta

Umsóknin frá danska flogfelagnum Danish Air Transport hevur verið til viðgerðar í Vinnumálaráðnum. Hon er send danska ferðslumálaráðnum uttan viðmekringar. Tað merkir í stuttum, at Vinnumálaráðið viðmælir, at felagið sleppur at flúgva á Føroyarutuni, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.
Hann sigur, at Vinnumálaráðið á fundi týsmorgunin viðgjørdi umsóknina og hevði einki at viðmerkja til ta frágreiðing, felagið hevur lagt við umsóknini. Men Vinnumálaráðið kann bert gera tilmæli. Avgerðin um loyvi liggur hjá danska feðrslumálaráðnum, og hagar er umsóknin nú send saman við viðmæli frá Vinnumálaráðnum.
Bjarni Djurholm sigur, at hann væntar, at Ferðslumálráðið fer at ganga umsóknini á møti,og at DAT helst fer at flúgva longu fyri jól.
Hann sigur, at hann hevur skilt umsóknina soleiðis, sum at felagið fer at hava ein steðg til páskar, tá flogfarið aftur verður tókt, og so verður flogið áhaldandi. Umsóknin og tann frágreiðing, sum við lá, snúði seg um flúgving í eitt ár, sigur hann.