Búi Tyril
Alivinnan hevur havt leysar teymar og alarar hava av egnum fríum fyritaksemi sett út laks; samstundis hava peningastovnar og aðrir kreditveitarar verið fult vitandi um villkorini í vinnuni og sum heild hevur eingin ikki viljað havt politiska uppíblanding. Tí er tað skeivt, nú ið hart leikar á, at renna undan egnari ábyrgd og kasta skuldina fyri skilið yvir á onnur.
Hetta sigur okkara virkandi vinnumálaráðharri, Bjarni Djurholm, í viðmerking til úttalilsini hjá stjóranum í Føroya Banka, Jørn Astrup-Hansen, sum stóðu at lesa í Sosialinum týsdagin.
-- Eg noteraði mær at hetta kom júst valdagin, segði Bjarni Djurholm, og duldi ikki fyri eitt sindur av skepsis.
-- Tað tykist løgið at bankastjórin stendur fram beint nú sjálvan valdagin, helt Bjarn Djurholm fyri.
-- Maðurin hevur jú rætt í nógvum av tí hann sigur sum so; hann sigur tó so ikki nógv um hvørja ábyrgd hann sjálvur hevur í hesum. Bankin hevur jú kent til fortreytirnar men hevur kortini valt at taka váða og fíggjarliga ábyrgd; hann hevur enntá havt egnan fiskadjóralækna knýttan at alivinnuni og má hava verið rættiliga væl vitandi um viðurskiftini. Eg haldi at hvørki hann ella onnur eiga at koma nú sum ketta burtur úr høvdatrog og geva politikarunum alla skuldina fyri kreppuna.
Konsolidering
Spurdur um hann ikki sjálvur sum vinnumálaráðharri metir seg at eiga lut í ábyrgdini av kreppuni í alivinnuni, svarar Bjarni Djurholm játtandi, men leggur samstundis dent á at talan er um fleiri partar og at allir eiga sín part av hesari ábyrgd.
-- Politikarar og embætisfólk eiga sín lut í ábyrgdini av øllum sum hevur við karmarnar at gera, lógarverk og veteriner viðurskifti íroknað eftirlit og umsiting?Vit áttu kanska at strammað í fyri tveimum árum men sum eg ivist stórliga í um tað yvirhøvur var politiskt møguligt tá. Tiltøkini høvdu nevniliga verið drastisk, og høvdu inniborið slakt av so at siga øllum laksinum. Eg haldi ikki tað var realistiskt at fáa tílík tiltøk ígjøgnum.
-- Hetta málið er ikki so einfalt ella svart og hvítt sum tað nú verður gjørt til. Í veruleikanum hava fortreytirnar verið givnar og allir partar hava átt sin leiklut. Tað sum hevur verið framt politiskt hevur verið gjørt í samráð við vinnuna, peningastovnar, tann veterinera myndugleikan og lógarkøn fólk; allir partar eru impliceraðir og eiga tí eisini sína ábyrgd.
Meðan vinnumálaráðharrin harmast um støðuna í alivinnuni sigur hann seg samstundis hava góðar vónir um framtíðina.
-- Tað sum er hent er ein sorgarleikur, staðfesti Bjarni Djurholm.
-- Støðan er grátilig men potentialið í vinnuni er stórt og eg ivist ikki í at alivinnan fer at fóta sær aftur. Men vit koma at síggja eina konsolidering í næstum og eigararnir verða færri og størri. ILA sjúkan er í veruleikanum um at verða bast og VESO-verkætlanin hjá Havbúnaðarfelagnum hjálpti í arbeiðinum at seta røtt tiltøk í verk ímóti sjúkuni.
Ja til pant og íløgur
Hvat annars viðvíkur spurningum um pant í aliloyvum, útlendskan kapital og almennan stuðul, er Bjarni Djurholm rættiliga greiður.
-- Í einari frágreiðing viðvíkjandi umsiting av aliloyvum sum varð skrivað av umboðum fyri vinnuna, fíggjarstovnar og Vinnumálaráðið og latin okkum í november, varð mælt til nakað sum mótsvaraði at pant skuldi kunna takast í aliloyvum; ætlanin var eisini at sami bólkur skuldi skriva eina frágreiðing um kapitalviðurskiftini við atliti til útlendskar íløgur?
-- Persónliga haldi eg ikki at vit kunnu bjóða útlendingum at seta pening í vinnuna við avmarkingum í eigaraskapinum so sum lógin sigur í løtuni; skulu vit hava avmarkingar so eiga hesar at liggja í sjálvum treytunum fyri aliloyvini.
-- Eg meini ikki at peningaligur stuðul til vinnuna eigur at verða latin. Hinvegin er tað tungt hjá vinnuni at gjalda fyri alt eftirlitið sum hon sambært galdandi krøv noyðist ígjøgnum; her havi eg biðið um at fingið sett av tríggjar millónir krónur um árið tey komandi fýra árini fyri at lata landskassan gjalda fyri tann tøkniliga og veterinera partin av einari koppseting í alivinnuni. Ætlanin er so at vinnan sjálv rindar fyri koppingarevni og tað kemur væntandi at kosta 25 oyru per smolt. Síðani hava vit játtað tvær milliónir krónur til Heilsufrøðiligau Starvsstovuna so hon útvega sær neyðug tól í sambandi við koppsetingar arbeiðið.