Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, sendi herfyri eina kunning út til borgararnar í kommununi. Í kunningini vísir hann á, at fiskiskapurin hjá línuskipum og trolbátum ikki hevur vignast seinnu árini.
- Umframt at hetta hevur negativa ávirkan á búskaparligu gongdina hjá teimum feløgum, sum reka fiskivinnu, hevur hetta eisini havt sína ávirkan á fiskaarbeiði á landi.
Í sínari kunning vísir hann á tey virkir, ið hava við sjóvinnu at gera, sum eru í Nes kommunu, og hann vísir eisini á, at byggivirksemið hevur verið støðugt seinnu árini, soleiðis at her hevur verið væl at tikist við.
- Tað eru virkir, fyritøkur, skip og bátar saman við privatum og almennum arbeiðsplássum, ið eru fíggjarliga grundarlagið undir inntøkuni hjá kommununi, sigur borgarstjórin, Jóhannus Danielsen.