Vinnulív: Tað gongur strúkandi tann rætta vegin: Útflutningurin vaksin 47 mió

Teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár er útflutningur Føroya vaksin munandi í virði, hóast hann er munandi minkaður í nøgd. Tað merkir, at vit fáa nógv meiri fyri tær vørur, vit útflyta

Áki Bertholdsen


Tað gongur framá hjá føroyskum vinnulívi í løtuni-ikki minst fiskivinnuni.

Tey feskastu tølini frá Hagstovu Føroya, vísa tað sera áhugaverdu gongd, at ímeðan útflutningurin minkar munandi í nøgd, veksur hann munandi í virði.

Tølini hjá Hagstovuni vísa, at tann fyrsta ársfjórðingin í ár, útfluttu vit 49.782 tons fyri tilsamans 623.130 milliónir.

Skip eru ikki uppi í hesum útflutningstølunum.


Vaks átta prosent

Fyrsta ársfjórðing í fjør útfluttu vit 60.962 tons fyri 575.955 krónur.

Tað vil siga, at fyrsta ársfjórðing í ár minkaði útflutningurin 18% í nøgd afturímóti í sama tíðarskeið í fjør.

Men kortini vaks hann 8% í virði.

Tað vil siga, at vit hava fingið munandi meiri fyri útflutningin tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fyrsta ársfjórðingi í fjør.


Nógv meiri í smápakkum

Ein grund til hesa positivu gongdina er, at vit eru farin at útflyta munandi meiri fisk í smápakkum, enn vit hava gjørt.

T.d. er útflutingurin av ísaðum og frystum fiski í smáum pakkum økt heili 164% í virði tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, aftur ímóti í fjør.

Fyrsta ársfjórðing í fjør útfluttu vit ísaðan og frystan fisk í smápakkum fyri 47,4 milliónir.

Í nøgd var talan um góð 2.000 tons í fjør.

Men í sama tíðarskeið í ár var hesin útflutningur komin heilt upp á 125 milliónir.

Í ár er nøgdin tvífaldað upp í 4.350 tons.

Hetta má sigast at vera framhald av teirri gongd, sum hevur verið nú í nøkur ár, tí útflutingurin av smápakkum er øktur nú í nøkur ár, hóast hann tykist at hava gjørt eitt veruligt lop í ár.

Tilsamans útfluttu vit 8.286 tons av frystum og ísaðum fiski fyri 230,7 milliónir fyrsta ársfjórðing í ár afturímóti 6.136 tonsum fyri 145,3 milliónir sama tíðarskeið í fjør.

Somuleiðis er útflutningurin av saltfiski í smápakkum munandi økt higartil í ár, afturímóti í fjør, báði í nøgd og í virði.

Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár útfluttu vit 154 tons av saltfiski í smápakkum fyri knappar 3,3 milliónir.

Somu tíð í fjør útfluttu vit 88 tons av saltfiski í smápakkum fyri knappar 2,1 millión.

Í nøgd er talan um eina framgongd uppá 75% og í virði er talan um eina framgongd uppá 57% í ár aftur ímóti í fjør.

Tvs, at útflutningurin av saltfiski í smápakkum er fallin eitt sindur.

Hinvegin er prísurin á saltfiski sum heild vaksin.

Tí tilsamans útfluttu vit tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár 2.821 tons av saltfiski fyri góðar 83 milliónir.

Í fjør var nøgdin 2.665 tons og virðið góðar 72,5 milliónir. Í nøgd er talan um ein vøkstur uppá 6% og í virði er talan um ein vøkstur uppá 15%.


Næstan bara fiskur

Tølini frá hagstovuni vísa ikki óvæntað, at tað er næstan bara fiskur, vit útflyta. Tíverri vísir tað seg, at útflutningurin av øðrum vørum er minkaður heili 32% í virði og 60% í nøgd fyrsta ársfjórðing í ár, afturímóti í fjør.

Fyrsta ársfjórðing í fjør útfluttu vit 74 tons av skinnum, ullvørum o.ø. fyri útvið 2,7 millión. Somu tíð í fjør vóru tølini ávikavist 187 tons fyri 3,2 mió.