Vinnuliga støðan í Suðuroynni

Jacob Vestergaard


Við byrjan av einum nýggjum ári verður gjørt upp,hvussu farna árið hilnaðist og mett um,hvussu útlitini eru í nýggja árinum.



Soleiðis hevur eisini verið nú um ársskiftið.Farnað árið hilnaðist"hampuligt",betur hjá summum og verri hjá øðrum."Serfrøðingarnir"eru samdir um,at vit í løtuni eru í einum aldudali,men ikki í nakraði kreppu.



Útlitini fyri nýggja árinum eru tolulig.Ávísar vinnur,ella partar av vinnum,hava tað trupult,men flestu vinnubólkar hava góð framtíðarútlit,og kunnu menna seg,verða karmarnir broyttir nakað.



Støðan er tó ymisk.alt eftir hvar í landinum vit eru.Meðan niðurstøðan er,at vit ikki eru í nakrari kreppu,kann staðfestast,at Suðuroyggin er í vinnuligari kreppu,við størsta arbeiðsloysinum í landinum.Útsøgnin frá"serfrøðingunum"um at vit ikki eru í nakrari kreppu,er ikki galdandi fyri Suðuroynna.



Støðan í Suðuroynni er í dag eins hon var í kreppuárunum,kanska veri.



Støðan í Suðuroynni hevur verið alt ov lítið viðgjørd.Støðan er ikki gjørd upp,og ongi uppskot eru tí komin um betring.Politiski mynduleikin má tí taka stig til at fáa lýst støðuna í Suðuroynni,og fáa"serfrøðingar"at koma við uppskotum um vinnumøguleikar vm.



Í árinum sum fór vóru nakrir glottar at hóma.Støðugt arbeiði var á flakavirkinum í Hvalba,og eftir tunga byrjan,var framleiðslan blivin lønandi.Virksemi hevði eisini breitt seg til Vágs,til virki hjá Palm Seafood.



Væl av fólki var fari til arbeiðis á flakavirkinum í Hvalba og Vági.Hettar skapti gleði og framtíðarvónir,men móti endanum av farna árið blivu stig tikin,sum steðgaðu hesum virksemið,og eru hesi fólk,knapt 100 í tali,nú uppsøgd.



Virksemi kastaði væl av sær,bæði til arbeiðsfólk og til skip og bátar ,sum avreiddi til virkini.









Hví Framtaksgrunnurin valdi at steðga hesum virksemið,kann ein bert gita um.Eg havi ikki hoyrt nakra skilagóða frágreiðing um hví so er.



Hettar er harmuligt og ikki minnið enn ein vanlukka fyri Suðuroynna.Menninir aftanfyri Fiskasøluna sóu møguleikar í Suðuroynni,og høvdu sett gongd í virksemi her,men blivu steðgaðir av Framtaksgrunninum.



Við ársbyrjan kann ein so meta um,hvat vit í Suðuroynni kunnu vænta okkum av Framtaksgrunninum.



Royndirnar eru ikki góðar.Framtaksgrunnurin hevur gjøgnum Fiskavirking lagt sína køvandi hond yvir fiskaframleiðsluna í Suðuroynni.Virkið í Vági hevur seinastu mongu árini veri í"mølposanum"og nú bleiv so virksemið,sum Fiskasølan hevði í Suðuroynni,lagt undir Fiskavirking og koyrt í sama"mølposa"



Hóast eg fyri langari tíð síðan hevði mist vónina um,at Fiskavirking fer at lata virkið í Vági upp aftur,velji eg tó at trúgva,at Framtaksgrunnurin má hava aðrar og framat rættaðar ætlanir vði fiskivinnuni í Føroyum,eisini í Suðuroynni,annars høvdu tey ikki funnið uppá at steðga virkseminum,sum var sett í gongd í Suðuroynni.



Framtaksgrunnurin kann ikki framhaldandi standa model til,at flakavirki í Vági verður verandi í "mølposanum",við teimum álvarsligu avleiðingunum tað hevur havt fyri økið.Fiskavirking hevur alt ov longi hildi sína køvandi hond yvirVág.Teirra leiklutur er fyri langt síðani útspældur.



Framtaksgrunnurin má tú taka um endan.Grunnurin steðgaði spíradi virkseminum í Suðuroynni,og hevur skyldu til at skipa so fyri,at tey sum nú mistu arbeiði,fáa møguleikan aftur.



Lurtið eftir"serfrøðingunum",sum allir eru samdir um,at almennu vinnutólini mugu einskiljast.Virkið í Vági eins og alt virksemi hjá Fiskavirking má seljast til áhugaðar keyparar ella lýsast til sølu.



Hettar hevði verið til framburð fyri alt landið,ikki minst Suðuroynna.



Gott nýggjár.