Vinnulívið skal gleða seg til ABC samgonguna

Formaðurin í Sambandsflokkurin er sannførdur um, at tað fer at eydnast at skipa eina nýggja ABC samgongu mánadagin. Hann sigur, at vinnulívið hevur nógv at gleða seg til og nýggja samgongan fer at hava ein annan evropapolitikk enn undanfarnu samgongur hava havt Teir tríggir ABC flokkarnir samráddust til langt út á náttina í nátt um at skipa nýggja samgongu.

Teir møttust aftur nú klokkan 13, men ætlanin er ikki at sita leingi í dag. Í morgin er ætlanin at halda ordiliga frí og so møtast tey aftur mánadagin.

Vit spurdu Kaj Leo Johannesen, formann Sambandsfloksins, um orsøkin til at tey taka tað so róligt nú, er tann, at samgongan er komin undir land.

Hann er sannførdur um, at tað fer at eydnast at skipa ABC samgonguna.

- Í nátt fingu vit semju um tey allarflestu politisku málini, eisini nógv av teimum avgerðandi málunum, tó at okkurt er eftir.

- Flokkarnir hava fult álit á hvørjum øðrum og eg ivist ikki í, at hetta fer at enda við eini samgongu.

Sjálvandi kann onkur óvæntaður trupulleiki stinga seg upp, sum kann forkoma øllum, men tað skuldi kortini undra hann.

Í dag er ætlanin at fáa semju um tey seinastu politisku málini og so er ætlanin at seta skjøtil á arbeiðið at býta málsøkini. Mánadagin skal arbeiði so gerast heilt liðugt.

Kaj Leo Johannesen vil ikki siga so nógv um komandi samgonguskjalið.

Men hann staðfestir, at vinnulívið hevur nógv at gleða seg til, tí ætlanin er at raðfesta vinnulívið sera frammaliga.

Samstundis fer hendan nýggja samgongan at hava ein annan evropapolitikk enn undanfarnu samgongur hava havt, tí nú skal ES meiri inn í myndina.

- Tað er avgerðandi at útvega okkara útflutningsvinnu somu sømdir, sum útflutningsvinnan í ES hevur og eg ivist ikki í, at við tí evropapolitikki, vit fara at føra, fer tað minst at bera til at tvífaldað ella trýfaldað okkara útflutningsvirðið, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

- Tað er eitt høvuðsmál hjá hesi samgonguni.

Hann staðfestir eisini, at hetta verður ein samgonga, har talan verður um at raðfesta búskapar- og vinnupolitikk hægri enn tey tjóðskaparligu málini.