Vinnulívið og býráðspolitikkum

Schumann Hjaltalin,

býráðslimur og valevni fyri Sambandsflokkin

 

Í Føroyum hevur tað ikki verið nakar greiður skilnaður millum vinnulív og so tað almenna. Um vit bert hyggja nøkur fáa ár aftur í tíðina so var tað ein stór samanblanding millum landskassan og vinnulívið, at landskassin í veruleikanum fór á heysin. Tað sama hevur gjørt seg galdandi fyri fleiri av kommunu kassunum. Fleiri av hesum kommunum hava sett pengar í skip og virkir sum ongin annar hevði sett eina krónu í. Orsakað av hesum eru hesar kommunur í dag at kalla framvegis undir umsiting.

Tað mugu verða vanntøtt skottir millum vinnulív og kommunukassan. Kommunan skal ikki seta pening í vinnuvirkir.

Kommununar leiklutir í samband við vinnulívið er at skapa fortreytir fyri at vinnan skal hava bestu umstøður at virka undir, soleiðis at havnaviðurskifti vegir og samferðslan annars er á so høgum støði sum gjørligt. Ansast má eftir at kommunan ikki leggur foringar í vegin fyri tí vinnuliga.

Tað er ein royndur lutur, at nógv tann stórsti parturin av tí almenna virkseminum liggur í Tórshavnar Kommunu. Hetta má ikki gera tað, at býráðið so leggur seg afturá og gloymir, at tað privata virksemi er og skal verða tað berandi.