- Tað er týdningarmikið við einum fjølbroyttum, dynamiskum og sterkum vinnulívi, segði borgarstjórin, tá hann setti FaroExpo ráðstevnuna í Løkshøll fyri løtu síðan. Ráðstevnan, sum er í Løkshøll í Runavík nú seinnapartin, er sett, og tað var borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, sum beyð vælkomin.
Hann segði seg fegnast um, at ráðstevnuparturin av FaroExpo, sum hini árini hevur verið hildin í Kelduni í Skálafirði, nú kann haldast í nýggju Løkshøll.
- Høllin gevur okkum nógvar møguleikar, sum vit ikki hava havt áður, legði hann aftrat.
Borgarstjórin vísti á, at vinnulívið hevur verið í fokus hesar tveir dagarnar, meðan FaroExpo hevur verið.
- Vit vita øll, hvussu týdningarmikið tað er við einum fjølbroyttum, dynamiskum og sterkum vinnulívi. Eitt slíkt vinnulív er lívæðrin í einum og hvørjum samfelag, og soleiðis eisini tí føroyska.
Magnus Rasmussen segði seg virðismeta tey høgt sum standa á odda fyri, at FaroExpo er ein veruleiki og hevur eydnast so væl, sum henda vinnustevna ger og hevur gjørt undanfarin ár.
- Tað eru nógv ting, sum gera seg galdandi, um vinnulív skal eydnast, men ein avgerandi faktorur er leiðslan, og tað er júst ?Nútímans leiðsla?, sum er høvðsyvirskriftin til hesa ráðstevnu, segði borgarstjórin, tá hann fyri løtu síðan setti FaroExpo ráðstevnuna í Løkshøll.
Á ráðstevnuni verða fýra fyrilestrar, og orðstýrari er stjórin á Havsbrún, Bergur Poulsen.
Tá ráðstevnan í Løkshøll er liðug um 16.30-tíðina í dag, er eisini FaroExpo liðug á hesum sinni.
Fleiri myndir liggja nú í myndarøðini á Portallinum um FaroExpo.