Vinnulívið blomstrar

Grannskoðanarfyritøkan, KPMG, hevur júast lati úr hondum eitt yvirlit fyri part av føroyska vinnulívinum. Yvirøvur er gongdin fyri vinnuna positiv

Roknskapir


Framgongdin í føroyska búskapinum tykist at ganga fram á við fullari ferð.

Grannskoðanarfyritøkan, KPMG, hevur í hesum døgum latið úr hondum Roknskparanalysuna 2000, og sæð yvir ein kamb er einki at fara skeivur av. Nýtslan í føroyska samfelagnum økist støðugt, og viðførir hetta alsamt størri virksemi hjá privatu vinnuni.


Økt søla og vinningur

Til lat meta um gongdina, hevur KPMG sett upp fleiri sonevnd lyklatøl. Hetta eru tøl, sum á ymsar hættir gera tað lælttari hjá roknskaparlesaranum at taka støðu til, hvussu væl fyritøkurnar eru fyri.

Einasta lyklatalið, sum ikki er økt í mun til 1998 er gjaldførislutfalli. T.v.s. hvussu nógva lætt umsetiliga ogn felagið eigur í mun til tað skuld, sum fellur til gjaldingar innan eitt ár. Her er ein minking, sum í stóran mun stavar frá økta virkseminum, eins nýíløgur hjá virkjunum eru fíggjaðar við gjaldførinum, heldur enn við lántøku. Hóast gjaldførislutfallið er minkað, er hetta tó væl og virðiliga á einum støði, sum má metast sum nøktandi.

Øll hini lyklatølini, sum nýtt verða í analysuni eru betri í 1999, enn tey vóru í 1998.

Nettosølan hjá virkjunum øktist góð 16%, og umframt hesa øking, kastaði raksturin eisini lutfalsliga meira av sær til virkini. Nakað sum aftur viðførir eina økt avkast upp á bæði samlaðu ognir felagsins og eginognina.


Góð renta, men einki innskot

Serliga áhugavert tykist tað vera, at avkastið av eginognini framvegis er í vøkstri.

Tað er jú av alstórum týdningi fyri møguligar innkjótarar, at avkastið upp á íløguna er so gott sum gjørlgt. Roknskparanalysan sýnir, at eginpeningsavkastið í 1999 var 10,3%. Tað vil siga, at ikki bara er avkastið omanfyri innlánsrentuna hjá peningastovnunum, men eisini omanfyri rentuna av eitt nú donskum lánsbrøvum við statsgarantii.

Avkastið til partaeigararnar er tó í løtuni ikki tað heilt stóra. Í mun til eginpeningin við ársbyrjan, vórðu bert 0,8% av virðinum útgoldin sum vinningsbýti. Hetta kemst tó helst eisini av, at fyri fleiri føroyskar fyritøkur er enn galdandi, at tey í fyrstu atløgu skulu konsolidera felagið.

Harumframt eru fleiri av fyritøkunum sonevndar familjufyritøkur, og her sæst ein betraður rakstur ofta aftur í hægri lønum til starvsfólkini.

Tað er tó merkisvert, at hóast útlitini fyri góðum avkasti av íløgum í føroyskt vinnulív, so hevur einki av teimum feløgum, sum analysan fevnir um, økt partapeningin í roknskaparárinum.


Bjørt útlit

Umframt at roknskaparanalysan sýnir ein betraðan rakstur og eitt betra avkast hjá vinnuni, so er eisini fleiri lutir, sum benda á eitt økt bjartskygni fyri komandi tíðina.

Íløgurnar, sæð í mun til starvsfólkatalið, øktust við knappari helvt, eins og goymslurnar av vørum øktust við 18%.


Grundarlag

Roknaksparanalysan fevnir um tann partin av føroyskum vinnulívið, sum ikki er beinleiðis tengt at fiskivinnu, fíggjarvinnu, tryggingarvirksemi, millumlanda flutningsvinnu ela oljuvinnu.

Analysan byggir á roknskapir, grannskoðaðir av KPMG, hjá virkjum við einari nettosølu omanfyri 1 mió.kr.

Innan umrøddu vinnuøki umboða feløgini 15% av føroyska virkseminum, mett eftir lønarútgjaldingum, og kann tí metast at vera umboðandi fyri føroyska vinnulívið sum heild.