Vinnulívið

Í Tórshavnar Kommunu eru fleiri smá vinnuvirki, sum hava trong viðurskifti, tí fíggjarliga orkan ikki er stór

Eitt nú lastbila- og busseigarar hava einki stað, har teir trygt kunnu seta síni vinnuamboð. Eisini eru viðurskiftini viðv. hølum og umstøðum annars, ikki nøktandi.

Eg vil virka fyri, at Tórshavnar Kommuna ger eitt umhvørvi, har vinnurekandi kunnu leiga eitt øki at seta síni vinnuamboð. Umstøður skulu vera til smávegis viðlíkahald osfr.

Vilt tú hava ein, sum lurtar eftir tær? Vilt tú hava ein, sum arbeiðir fyri teg? So vel meg. Tú finnur meg á lista H.