Seint í fjør bórust tíðindi um, at Fjarskiftiseftirlitið grundað á eina kæru frá Hey hevði álagt Føroya Tele ókeypis at levera eitt forrit til Hey og aðrar kappingarneytar hjá felagnum. Málið snýr seg um TotalView, sum Føroya Tele selur til sínar kundar, millum annað at brúka í vekslaraskipanum.
Føroya Tele kærdi avgerðina hjá Fjarskiftiseftirlitinum til Vinnukærunevndina. Millum annað hevur Føroya Tele víst á, at avgerðin er sera víðgongd, tí hon áleggur Føroya Tele fyri egna rokning at levera eitt forrit til ein kappingarneyta.
Í sambandi við viðgerðina í Vinnukærunevndini hevur Føroya Tele heitt á Vinnukærunevndina um at geva kæruni steðgandi virknað. Hetta merkir, at Føroya Tele hevur biðið Vinnukærunevndina um, at avgerðin ikki skal fáa gildi fyrrenn í fyrsta lagi tá Vinnukærunevndin hevur tikið endaliga avgerð um kæruna. Vinnukærunevndin hevur játtað hesi umbønini frá Føroya Tele.
Hetta merkir, at skyldan hjá Føroya Tele til at levera eitt ókeypis forrit til Hey nú er freistað til Vinnukærunevndin hevur tikið endaliga avgerð.
Stjórin í FT Samskifti, Hans Jákup Langgaard, fegnast um avgerðina hjá Vinnukærunevndini um at áseta steðgandi virknað í mun til kæruna.
– Vit vilja sjálvsagt taka avgerðirna hjá Fjarskiftiseftirlitinum til eftirtektar, um hon verður endaliga staðfest. Vit halda tó, at tað er ein sera víðgongd avgerð at áleggja Føroya Tele at lata eitt ókeypis forrit til Hey og aðrar kappingarneytar. Tað vanliga prinsippið er jú, at fyritøkur sjálvar rinda fyri egnar íløgur. Tí hava vit kært avgerðina hjá Fjarskiftiseftirlitinum fyri at fáa roynt grundarlagið undir avgerðini, sigur Hans Jákup Langgaard.