Vinnuhúsið flytur

Um góða viku letur Vinnuhúsið upp í nýggju hølunum á Óðinshædd

Seinastu mánaðirnar hevur nýggi bygningurin til Vinnuhúsið verið í ger. Hetta er bygningurin á Óðinshædd í Havn, og er talan um bygning, sum er bygdur við atliti til tey krøv, sum virksemið hjá Vinnuhúsinum setir.

 

Nú skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari, at har verður stongt frá 3. til 6. oktober, og 7. oktober lata dyrnar so upp í nýggju hølunum.