Í lýsingini stendur millum annað, at stjórin skal kenna og hava áhuga fyri maritima útbúgvingarøkinum og skal hava førleikar at menna og føra Vinnuháskúlan inn í framtíðina.
Stjórin hevur ovastu leiðsluábyrgd av øllum virkseminum á skúlanum og hevur ábyrgdina av, at útbúgvingar og skeið verða framd sambært ásettum reglum.
Krav eru um, at tann, ið verður settur, skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, hava viðkomandi leiðslu- og fyrisitingarligar royndir, hava góð leiðslu- og samstarvsevni, ið kunnu menna eitt fakligt, virkið og mennandi umhvørvi, hava góð evni at samskifta og orða seg á føroyskum og enskum, hava vilja til og evni at royna nýggjar leiðir, vera álítandi og álitisvekjandi. Leiðsluútbúgving umframt royndir innan maritima- og/ella útbúgvingarøki er ein fyrimunur.
Starvið verður lønt í 37. lønarflokki eftir lønartalvu hjá tænastumonnum, umframt eftirløn, tó uttan at vera tænastumannastarv. Mánaðarlønin er kr. 51.139,65 umframt kr. 7.671 í eftirlønargjaldi. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvsviðurskiftunum í sambandi við møguligar bygnaðarligar broytingar á økinum.
Umsóknin skal vera Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. juni 2020. Starvið verður sett skjótast møguligt.
Fráfarandi stjórin, Wilhelm Petersen, byrjaði í stjórastarvinum á Vinnuháskúlanum tann 1. desember 2013.
Vinnuháskúlin er útbúgvingarstovnur, sum fevnir um útbúgvingar av manning á skipum, millum annað um útbúgving av skipsførarum og maskinmeistarum. Skúlin hevur harumframt eina skeiðsdeild, sum skipar fyri ymiskum skeiðum sambært STCW sáttmálanum. Skúlin hevur altjóða góðkenning frá IMO felagsskapinum sum útbúgvingarstovnur innan síni serøki. Á skúlanum eru 45 starvsfólk og umleið 250-275 lesandi.