Vinnuhúsið og MFS samstarva

Vinnuhúsið tekur í næstum upp samstarv við MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) við tí fyri eyga, at lesandi í størri mun fáa høvi til at at lýsa føroysk viðurskiftir í teimum serritum og størri uppgávum, ið eru partur av lesnaðinum, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi

Ólavur í Beiti


Og um orsøkina til hetta stig hjá Vinnuhúsinum, verður sagt í tíðindaskrivinum, at hetta átti at givið føroyskum virkjum ein møguleika at fáa gjørt kanningar ella smærri granskingaruppgávur, uttan at brúka stórvegis av peningi.

? Sambært nýggjastu hagtølunum eru gott 2000 føroyingar, ið lesa í Danmark, og harafturat eru tað fleiri og fleiri, ið fara í onnur lond at nema sær útbúgving. Í samband við flest allar útbúgvingar skal tann lesandi skriva eitt serrit og eisini verða smærri og størri uppgávur skrivaðar leypandi.


Skriva um annað

? Flestu lesandi ynskja at skriva um umráðið, ið áhugar tey og sum kunnu nýtast í veruleikanum. Tí ynskja nógv at arbeiða við onkrum ið er viðkomandi fyri føroysk viðurskifti. Men av tí, at lítið og einki samband hevur verið millum tey lesandi í útlondum og føroyska privata og almenna sektorin, er endin sum oftast, at skrivað verður um annað enn føroysk viðurskifti.

? Fyritøkur í eitt nú Danmark eru sera áhugaðar í, at fáa lesandi til at gera serrit um eitt hvørt, ið fyritøkan hevur brúk fyri at vita meira um, eitt nú marknaðarkanningar, góðsking av einari serstakari vøru, o.s.fr.

? Vit vænta, at fleiri føroyskar fyritøkur fegin vildu fingið ókeypis gransking innan teirra øki. Tey virkir, ið kundu hugsa sær at fingið kannað eitthvørt innan virksemi sítt, av einum lesandi, kunnu seta seg í samband við Vinnuhúsið, verður sagt í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum.