Vinnuhúsið og marginalskatturin

Jógvan við Keldu
------
Tá almennu lønirnar - sum ikki er óvanligt dømi - hækka við umleið 90 mio. krónum, meðan hinir lønargeirarnir lækka við 250 mió. krónum, sæst hetta sjálvsagt aftur m.a. í hækkandi marginalskatti o.ø. - Hetta er ein náttúrlóg.

Nú í mong, mong ár hevur politiski myndugleikin fingið greitt at vita, og nú seinast aftur frá Vinnuhúsinum, at skulu Føroyar vænta búskaparliga framgongd, skulu dugnalig og serútbúgvin fólk koma til landið, og skal hugurin verða at arbeiða meira, er tvingandi neyðugt, at marginalskatturin lækkar. – Mongu seinastu árini er skattatrýstið støðugt økt!

Danmark 2020
Ætlanin 2020 hjá donsku stjórnini hevur verið nógv frammi, her sigur stovnurin CEPOS greitt við donsku politikararnar: “Skulu tit rokna við búskaprvøkstri, skal fólkið við góðari útbúgving koma aftur til landið og skulu aðrir enn danir gera íløgur í Danmark, verður neyðugt, at marginalskatturin skal niður á 42 prosent, meðan skattur á fyritøkur ikki skal vera hægri enn 15%”. – Danmark hevur í dag risa trupulleikar!
Í “upprópinum” hjá Vinnuhúsinum 6. juni sæst, at “Føroyar hava hægsta inntøkuskattatrýst yvirhøvur”. – Eitt sindur ymist er, hvussu okkara serkønu útroknað tað – men kortini!
Sjálvandi tekst ikki burtur, at dýrt er at reka lítið land fyri hvønn íbúgva, um hetta verður lagt eftir mynstrinum hjá størri londum og vit krevja allar sokallaðar “óneyðugar” stovnar fyri okkara fámentu tjóð.

Ísland 2008
Sá nú ein dagin, at í 2008, stutt frammanundan at Ísland fór av knóranum, var 3% av fólkinum tengt beinleiðis at fiskivinnuni, sum hevði 65% av heildarútflutninginum, 3% tengt at landbúnaðinum, 20% at ídnaðinum og heili 70% at almennum og privatum tænastum. – “Og hetta gekk strúkandi”, segði íslendingurin, “meðan føroyingurin onki hevði skilt av tí heila”!
Verður hugt at ymsu tølunum frá Hagstovuni, sæst t.d. á lønargjaldingunum, hvussu tær avskeplast, men sum sjáldan gevur seg til kennar í tíðindaflutninginum, tí oftast verður bara tikið munin millum nakrar mánaðir ella eitt ár, tað taka fjølmiðlarnir og lesa upp rátt burtur úr sjálvum tekstinum, uttan at fara inn á veruleikan í tølum.
Tølini á forsíðuni á tíðindaportalinum hjá Hagstovuni, bara fyri at taka einfalt fekst dømi vísa, at meðan lønargjaldingar til almennar tænastur eru hækkaðir við umleið 90 mió. krónum fyri mánaðirnar januar til mai í ár sammett við 2008, eru hinir tríggir lønargeirarnir lækkaðir tilsamans við umleið 250 mió. krónum. – Hetta er ikki eitt óvanligt dømi seinastu árini.
Ikki minni áhugavert, men ræðandi, er at fylgja tølunum í teim fýra ymisku geirunum prosentuelt, hvussu býtið avskeplast, versnar og ikki sørt átøkt Íslandi í 2008.

Slepst ikki undan hugburðsbroyting
Støðan er sostatt, at avleiðingarnar av støðugt hækkandi almennum rakstri gevur óhóskandi og hóttandi marginalskattin, tí leggja politikarar hersðlu á, at “vit verða noyddir at breiðka skattagrundarlagið”, t.v.s., at teir halda ikki, at ov nógv verður kravt inn í skatti. - Teir leggja dent á at tyngja og spenna skattaskrúvuna enn meir!
Ein part renna teir yvir á sperda vinnulívið, annan part yvir á kommunurnar, koma við nýggjum hugskotum sum eitt nú ymiskligum tilfeingisgjøldum, fyri at kunna fáa meiri út í almennan rakstur. - Minnist til, at seinasta skotið í hesum bert er byrjan!
Her skal grundleggjandi hugburðsbroyting til hjá politikarunum. Vónandi er yngra liðið meiri at sær komið enn farandi liðið. – Eg ivist tó!
Tí er gott, at Vinnuhúsið aftur rópar álvarsligt varskó, tað er neyðugt, nú tað alt skjótari gongur skeiva vegin. Verður kósin ikki broytt, endar tað við álvarsligum skrædli, har dyggari útflutningur av fólki verður heldur enn innflutningur.