Í samband við at farið verður undir at byggja nýggjan fyrisitingarbygning til Vinnuhúsið, bjóðar Vinnuhúsið áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at bjóða uppá eina ella fleiri arbeiðstøkur.
Verkætlanin snýr seg um nýbygging av bygningi á umleið 700 fermetrar umframt uttanumøkið.
Fleiri upplýsingar um verkætlanina og treytir fyri luttøku síggjast á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum undir hesi leinkjuni industry.fo/Default.aspx .
Tilfarið skal verða okkum í hendi 15. sept. 2012.