Vinnuhúsið handað

Á miðdegi í hósdagin varð ar­beiðið við at klæða vinnu­hús­ið á »Vestaru Vág« form­liga liðugt, og av­talan millum ánara og bygg­i­harr­an um yvirtøku und­ir­skriv­að.

– Vit gleðast um at ar­beiði hevur gingið so væl og at kostnaðarætlanin hev­ur hildið, sigur Jónsvein Lam­hauge havnameistari.

– Nú farið verður at pro­jekt­era innrættingina er um­ráð­andi, at vinnan held­ur seg frammat, eitt nú skulu vit hava eitt mat­ar­stað í bygn­ing­in og Tórs­havnar havn ætlar ikki at reka matarstaðið. Tað má vinn­an gera, sigur hann.

Í vinnuhúsinum á »Vest­aru Vág«, er ætlanin at hýsa fyr­­i­tøkum, ið hava atknýtt virk­­semi til sjóvegis vinnu.

Fyrimunirnir er eyð­sýnd­ir, tí hetta verður staðið, har vit­an miðsavnast. Hetta ger, at smærri fyritøkur í størri mun kunnu nýta sín­ar kjarnuførleikar og bert í minni mun nýta tíð til um­sit­ing­ar­ligt arbeiði. Í­tøk­i­liga merk­ir hetta at møg­u­leikar eru fyri:

• Felags fundar- og rá­ð­stevn­u­møguleikum
• Felags post, kopiering og print
• Felags matarhøll
• Felags telefonansan
• Felags reingerð
• Felags alnetsamband
• Atgongd til altjóða vitan og fund­arhøli uttanlands

Harumframt eru aðrir minni ítøkiligir fyrimunir:

• Netverk til aðrar í vinnuni
• Vitanardeiling
• Ein inngongd hjá møguligum íleggjarum
• Vakurt nýinnrættað um­hvørvi at bjóða sínum kund­um

Eisini vil vinnuhúsið á »Vest­aru Vág« virka fyri, at leig­ar­ar hava møguleika fyri altjóða samstarvi. Hetta verður framt við, at vinn­u­hús­ið á “Vestaru Vág”arbeiðir fyri lim­a­skapi í Enterprise Europe Net­work. Harumframt arbeiðir vinn­u­hús­ið á “Vestaru Vág” við at skapa atgongd til líknandi al­tjóða virkishús, ið trygt kunnu veita holla ráðgeving á ym­isk­um landafrøðisligum mark­n­að­um.