Vinnuhúsið fer at byggja

Vinnuhúsið í Smærugøtu í Havn hóskar ikki til virksemið, og tí skal nýtt hús byggjast á Óðinshædd

Vinnuhúsið er stórt, men tað varð upprunaliga bygt til sethús. Tað er tí ikki serliga væl egnað til virksemið í Vinnuhúsinum.
- Vit trívast væl í húsinum, og til dagligt ber til at arbeiða her, men húsið er óegnað, tá ið fleiri fundir eru, serliga samráðingarfundir, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Húsið hevur tvey fundarrúm, og tað er í minna lagi. Serliga um ein fundur verður drúgvu, sleppa onnur ikki framat.
Haraftrat hoyrist alt ov væl millum rúmini.
- Vit tosaðu um at byggja um, men tað hevði kostað líka nógv sum at bygt nýtt, sigur Marita Rasmussen.
Vinnuhúsið hevur keypt grundstykki á Óðinshædd eystan fyri Effo, og farið er so smátt undir at fyrireika byggingina.
Veist tú eina søgu, so SMS’a á 28 50 04