Tað var hugaligt at hoyra tíðindini í Rás2 í gjár, har sagt varð frá, at ætlanir eru at lata upp aftur stóra pelagiska virkið í Kollafirði. Hetta virkið, sum varð ætlað at gerast nýggja flaggskipið í fiskiídnaðinum í Føroyum, kom ongantíð rættiliga fyri seg. Hálendsk áhugamál stóðu aftanfyri og varð endamálið at skipa fyri eini framleiðslu- og frystimiðstøð fyri tey mongu pelagisku fiskasløgini, sum finnast her um okkara leiðir í Norðuratlantshavi. Hetta virkið skuldi so skapa arbeiðspláss og meirivirði til Føroyar.
Hitt virkið, sum í mong ár hevur tikið ímóti pelagiskum fiski, Havsbrún í Fuglafirði er ein av juvelunum í okkara vinnulívi. Hóast nógvur fiskur er farin til djóraføði heldur enn til mannaføði, so hevur virkið havt alstóran týdning fyri føroyska búskapin og her ikki minst sum leverandørur til alivinnuna.
Tað hevur tó og er framvegis eitt ynski at troyta pelagisku fiskasløgini til matna, tí meira virði tá fæst burtur úr fiskatilfeinginum, eisini tí mett verður, at slík framleiðsla er meira burðardygg. Vit skulu brúka færri tons til at fáa sama samfelagsliga virði burtur úr, tá fiskurin fer til matna heldur enn til djóraføði.
Vit hava so eisini sæð, at nógv av pelagisku fiskasløgunum sum lodna, sild, makrelur og svartkjaftur eru avreidd til matvøruvirki í grannalondunum. Harvið hevur føroyska samfelagið mist stór virði, tó at flotin hevur fingið meira burtur úr. Tí varð tað sera kærkomið, tá stóra og nútímans virkið í Kollafirði læt upp nøkur ár herfyri. Tað skuldi nøkta ein tørv og tryggja, at okkara egna tilfeingi eisini kom arbeiðsplássum á landi til góðar umframt at verða troytt til matna. Tað skuldi tó vísa seg, at virkið hevði so nógvar byrjunartrupulleikar, at tað ongantíð kom fyri seg. Ta søguna kenna vit øll.
Nú bendir so okkurt á, at henda góða ætlan aftur er við at gerast veruleiki, og tað kunnu vit bara taka fult undir við.
Enn ein fiskavirkisætlan á landi tykist eisini at hava viðvind. Tað er einki mætari enn flaggskipið í fiskivinnumiðdepli føroyinga, Kósavirkið í Klaksvík, sum stendur til at lata dyrnar upp aftur. Tað var ein sonn vanlukka, tá hetta stásiliga virkið lat aftur fyri einum ári síðani. Nú tykjast loksins vera kreftir, sum fáa endarnar at røkka saman aftur, og hetta gleðast vit øll um.
So, tá so nógv verður tosað um kreppu í hesi tíð, eiga vit so sanniliga ikki at gloyma ljósglottarnar, sum eru mangir. Og hesir báðir, vit her hava nevnt, eiga so sanniliga ikki at undirmetast. Vit ynskja pelagiska virkinum í Kollafirði og Kósavirkinum í Klaksvík vælkomnum aftur í vinnuskaran og góða eydnu.










