Vinnuframagrunnurin eitur nú Vinnuframi

Góðu og burðardyggu hugskotini fáa nú fíggjarligan stuðul frá Vinnuframa, og ikki Vinnuframagrunninum sum fyrr.

Navnið er skift, tí Vinnuframi er styttri og meira dynamiskt, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

Í 2011 fóru 20 prosent av samlaðu játtanini frá Vinnuframa til kreativar vinnur, millum annað tónleikaverkætlanir. Serligur dentur verður lagdur á kreativu vinnurnar, upplivingarvinnur, næsta ár og at fáa føroyskar fyritøkur út í heim at selja.

- Kreativar vinnur eru í øðrum londum eitt gott og búskaparliga týdningarmikið íkast til samfelagsbúskapin, so Vinnuframi væntar, at hesar vinnur gerast eitt nýtt og neyðugt bein at standa á, eisini í føroyska samfelagnum, boðar Vinnuframi frá í morgun.

Tað er Vinnuframi, sum hevur høvuðábyrgdina av granskingarlundini, sum væntandi letur upp í juni 2012. Politiska skipanin tók undir við uppskotinum hjá Vinnuframa at skipa granskingarlund, har fyritøkur og einstaklingar fáa høvi at arbeiða við gransking, menning og nýskapan. 10 milliónir krónur eru fingar til vega frá politisku skipanini, og vinnulívið og granskingarumhvørvið hava tikið lut í arbeiðinum við nýggju granskingarlundini. Felag við 13 ymiskum privatum íleggjarum er stovnað at reka granskingarlundina.