Vinnuforum - grøn umlegging ið slóðar fyri nýhugsan

Hósdagin 31. mars verð­ur spenn­andi vinnu­tiltak í Kongs­høll í Sjóvinnu­hús­i­num á Vestara Bryggju í Havn

Tórshavnar kommuna og Hugskotið skipa fyri afturvendandi tiltakinum Vinnu­forum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinn­an og kommunan fáa høvi at hitta­st til netverkan og íblástur.

 

Hesaferð verður sjóneykan sett á grøna umlegging, ið slóð­ar fyri nýhugsan. Tað verða bæði út­lendskir og føroyskur fyri­lestr­ar­hald­ar­ar.

 

Prísvinnandi og altjóða við­ur­kendi serfrøðingurin innan burð­ar­dygg vinnurák, Tania Ellis, fer at greiða frá, hvussu stórar eins og lítl­ar fyritøkur kunnu menna ný­skap­andi og burðardyggar virkisgongdir, ið skapa virði bæði fyri fyritøkuna sjálva og fyri samfelagið..

 

Pæt­ur Jakobsen, stjóri í føroysku fyri­tøkuni SMJ, fer at greiða frá, hvørji grøn átøk SMJ hevur framt í fyri­tøkuni  í sambandi við luttøkuni í ‘Burð­ardygt vinnulív’ og hvørjar fram­tíð­arætlanir eru.  

 

At enda fer Jens Brandt Bering, stjóri á Veitingardeildini í donsku fyri­tøkuni Niras, at greiða frá, hvørj­ir møguleikar føroyski skipaflotin hev­ur at leggja um til grøna orku. 

 

Vinn­uforum byrjar kl. 13.30 og end­ar kl. 16.00 Aftaná tiltakið verður ábit og netverkan.