Fríggjadagin verður Vinnudagurin hildin í Norðurlandahúsinum. Hetta er 15. ferð, at vinnudagur er, og fyrireikararnar eru glaðir fyri at kunna bjóða luttakarunum eina spennandi og viðkomandi skrá.
– Vinnudagurin er ein hátíðardagur, har vit feira vinnuna og heiðra tær fyritøkurnar í vinnuni, har tað gongur serliga væl, sigur Marita Rasmussen, leiðari í Vinnuhúsinum, sum er stigtakari til Vinnudagin.
Eitt, ið er afturvendandi á Vinnudegnum, er at ársins virki og ársins átak verður valt.
– Tá verður lagdur stórur dentur á at velja ársins átak og ársins virki, tí tað er umráðandi at geva teimum eitt stórt herðaklapp, sum klára seg serstakliga væl, sigur Marita.
Ársins átak verður valt út frá, hvør hevur gjørt okkurt serstakt síðani seinasta vinnudag, ið er við til at fremja vinnuliga menning.
Ímeðan tað bert verður hugt eftir tí undanfarna árinum, tá ið ársins átak verður valt, so verður hugt longur aftur, tá ið leitað verður eftir ársins virki.
– Tá ið vit velja ársins virki, hyggja vit millum annað at, hvussu rokniskapartølini hava sæð út yvir longri tíð, og so eisini, hvussu fyritøkurnar hava klárað seg seinastu árini, sigur Marita.
Umframt at ársins átak og ársins virki verða heiðrað á Vinnudegnum, er nógv spennandi á skránni. Millum annað verða fleiri áhugaverdir fyrilestrar á skránni, og eisini verður eitt kjak við fleiri umboðum úr vinnuni.
Meira frættist um skránna á industry.fo