? Tá eg hyggi út yvir fjøldina, veit eg ikki um eg torið at siga nakað, tí tey, sum sita her, vita alt, sum eg havi hug at tríva í, segði landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Finnbogi Arge, tá hann tók orðið í Norðurlandahúsinum vinnudagin.
Og taka vit hann upp á orðið, so vóru møguleikarnir til staðar.
Vinnudagur var, og so at siga alt, sum kundi krúpa og ganga, og sum hevur við vinnu at gera, var at síggja í Norðurlandahúsinum.
Og alt hetta gevur Jan Mortensen, stjóra í Vinnuhúsinum ábendingar um, at tankin við degnum er náddur og tiltakið eydnaðist væl.
? Tað tykist annars vera torført, at kasta seg út í felagsarbeiði, tí tað er tíðarkrevjandi. Men fyrimunirnir við tí verða gloymdir, sigur Jan Mortensen, sum vísir á evropeiska havbúnaðarfelagið, sum dømi.
? Har sita nógv lond og avgera tað, sum fyriferst innan alivinnuna, men føroyingar eru ikki við. Avgerðirnar flúgva omanfyri høvdið á okkum og vit sita ikki við tað borðið, har tær vera tiknar, sigur hann.
Tað er ein fatan av, at vit hava nóg mikið við okkum sjálvi, og tí tíma vit ikki at brúka tíð til nakað annað.
? Tað er eitt av endamálunum við hesum degnum, at vit skulu brúka tíð saman og harvið eisini fáa impulsir frá øðrum. Tað gevur kanska áræði til at fara víðari, sigur Jan Mortensen.
? Tú kanst siga, at tað er ein roynd at skap eitt vinnuumhvørvi í Føroyum, leggur hann afturat.
Stjórin í Vinnuhúsinum staðfestir, at tann fyrst vinnudagurin eydnaðist væl, og at hann heldur fram.
? Tað er einki at ivast í, at vit gera tað aftur næsta ár, og so fáa vit at síggja, um tað skal halda á júst soleiðis. Dagurin var bygdur upp um at ársins virkið skuldi kjósast, men um tað verður leisturin framyvir ber ikki til at siga nú.
Hugskotið við ársins virkið heldur eisini fram, men heldur ikki tað er avgjørt, um tað verður júst á henda hátt.
Nógvir fyrilestrar vórðu hildnir og tað hevur givið teimum nógvu áhoyrarunum gott at byggja víðari á.
? Vit góvu fyrilestrarhaldarunum nøkur evni, sum teir røddu um og tað eru vit sera væl nøgd við, tí har vóru nógvir áhugaverdir fyrilestrar. Asgar Aamund er sera áhugaverdur at lurta eftir, tí hann hevur drúgvar royndir.
? Meiningarnar kunnu vera kontantar, men hann hevði ein greiðan boðskap at bera, til dømis um samanhangin millum evropeiska vinnulívið og politisku skipanina í ES. Tað var sera áhugavert, men tað var tann parturin um okkara støðu, sigur Jan Mortensen, stjóri.
Sosialurin var við til vinnudagin, og vit fara í komandi bløðum, at gera meira við onkrar av fyrilestrunum, sum vóru hildnir fríggjadagin