Vinnudagurin er í dag

Norðurlandahúsið verður fullsett av vinnulívsfólkum seinnapartin

Tá Vinnudagurin 2013 í dag fer av bakkastokki, verður Norðurlandahúsið nærum fullsett av føroyskum vinnulívsfólki og øðrum, sum hava við vinnuna at gera. Tá tilmeldingarfreistin fyrradagin var úti, vóru bert nøkur fá pláss eftir.

 

Norðurlandahúsið ger vart við, at bert fá parkeringspláss eru við sjálvt Norðurlandahúsið, og heitt verður tí á luttakararnar at seta bilarnar á øðrum parkeringsøkjum nærhendis.

 

Hetta er 13. ferð, at Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, har fjølbroyttir fyrilestrar og kjak eru á skránni. Kjakið hesuferð fer at snúgva seg um skattanýskipan.

 

Eisini verða ársins virki og ársins átak kunngjørd seinnapartin í dag.

 

Bæði á Rás2 og in.fo ber til at lesa og hoyra ymiskt frá Vinnudegnum, sum byrjar klokkan 13.00.