Í Vinnuni, sum fæst saman við Sosialinum, sum kemur á gøtuna seinnapartin, verður arbeiðsmarknaðurin til viðgerðar.
Tað var formaðurin í Føroya Handverkarafelag, Suni Simonsen, sum reisti spurningin um lønarkarmin, tá handverkarar vóru til samráðingar í vetur. Siðvenja er, at lønarkarmurin á privata arbeiðsmarknaðinum verður lagdur, tá arbeiðarafeløgni samráðast við arbeiðsgevarar.
Hesa siðvenju vildi formaðurin í Føroyar Handverkarafelag broyta, tí hann heldur, at handverkarar sjálvir skulu hava ávirkan á, hvussu lønarkarmurin verður.
Tað eydnaðist handverkarunum at fáa broyting í sáttmálan hesum viðvíkjandi.
Vinnan í dag spyr, um okkum tørvar eina fakfelagssamskipan á privata arbeiðsmarknaðinum – eitt føroyskt LO. Tað tykist vilji vera til tess millum fakfeløgini.










