Um vikuskiftið boðaði Taks frá, at tey nú fara kanna, um fólk brúka firmabilar til privata nýtslu. Taks vísti á, at um fólk fara eitt ørindi, at koyra børn ella á møti við einum firmabili, so eiga tey at skattast av tí.
Løgtingsmaðurin hjá Tjóðveldi, Eirikur í Jákupsstovu, hevur tí sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein grein 52 a fyrispurning um málið.
Hann spyr landsstýriskvinnuna soleiðis:
1. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um skipanina, sum er fyri privata nýtslu av vinnubilum í Føroyum samanborið við okkara grannalond?
2. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um, at tað í Føroyum eru fleiri akfør enn fólk yvir 18 ár?
3. Í hvønn mun er landsstýriskvinnan sinnað at gera nýtsluna av vinnuakførum til privata nýtslu nakað meira smidliga,enn hon er í dag?
Í viðmerkingum til spurningarnar vísir hann fráboðanina frá Taks um, at tíðin nú aftur er komin, at TAKS fer á fótbóltsvøllir, møtir, ruskpláss og í barnagarðar at kanna, um onkur hevur gloymt, at tey hava ein vinnubil, sum ikki kann nýtast til nakra privata nýtslu.
– TAKS ger hesi eftirlitini og hevur sera greitt boðað frá, at nú fara hesi eftirlitini at verða gjørd.
– Støðan í Føroyum í dag er, at tað eru fleiri akfør enn koyrikort í landinum. Tað eru enntá fleiri akfør,enn tað eru persónar yvir 18 ár, vísir løgtingsmaðurin á.
Hann sigur, at hetta hevur við sær, at nógvir bilar verða seldir, men spurningurin er, um tað er neyðugt at hava so nógvar bilar í okkara landi, tá vit hugsa um grøna orkuskiftið, og at størsti parturin av hesum bilunum standa stillir størsta partin av tíðini.
– Í øðrum londum eru skipanir, sum hava við sær, at vinnubilar í ein ávísan mun kunnu nýtast til privata nýtslu fyri eitt gjald, sum er munandi lægri enn at keypa ein eyka bil, men gevur meining í sambandi við, at bilarnir sum vinnuakfør eru slopnir undan gjøldum.
– Sum skilst er skipanin í Føroyum soleiðis, at skal eitt vinnuakfar nýtast til privata nýtslu, so ber ikki til at gera tað partvíst ella fyri ávís tíðarskeið, men fult og heilt.
Tí vil løgtingsmaðurin hava at vita frá Ruth Vang, um hon er sinnað at kanna loysnirnar, sum eru í samfeløgum líknandi okkara, og um tað kundi givið meining at verið eitt sindur meira smidligur í Føroyum.










