Vinnmenn

Nýggj bók um føroysk kvæði kemur út, samstundis sum Landsdansistevnan verður sett á Vaglinum í Havn leygardagin

 

Mentan

Nýggj bók við fimm kvæðum, sum yrkt eru við evnum úr Føroyingasøgu, kemur út leygardagin. Árni Dahl hevur lagt til rættis, Edward Fuglø hevur myndprýtt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.

Kvæðini, sum viðgjørd verða í bókini, eru Brestis kvæði og Sigmundur og Tórir, sum Mikkjal á Ryggi yrkti, Bjarnabani, sum Jeffrei Henriksen yrkti og Sigmunds kvæði yngra og Leivs kvæði, sum Jens Christian Djurhuus, Sjóvarbóndin, yrkti.

Undan hvørjum kvæði er stutt frágreiðing um søgugongdina, og harafturat eru orðafrágreiðingar á hvørjari blaðsíðu, so ung fólk lætt kunnu fáa greiði á torskildum orðum og máliskum, sigur Bókadeildin í tíðindaskrivi.

Heitið á bókini, Vinmenn, sipar til teir báðar Sigmund og Tór, sum eru høvuðspersónarnir í teimum kvæðunum, sum viðgjørd verða í bókini.

Vinmenn er givin út eftir áheitan frá Sláið Ring, sum er landsfelag hjá føroysku dansifeløgunum. Landsfelagið hevur sett pening av til tess at gera tilfar, sum kann kunna ungfólk um føroyskan dans og kvæði. Bókin, sum nú verður givin út, er úrslit av arbeiðinum, sum ein arbeiðsbólkur, ið settur varð til endamálið, hevur gjørt.

Vinmenn er 70 blaðsíður í litum. Bókin er innbundin og fer at kosta 150,- krónur í bókabúðunum. Hestprent hevur staðið fyri repro, umbróting og prenti.

Í samband við at Landsdansistevnan verður sett á Vaglinum leygardagin 19. mai kl. 15.00, verður stutt framløga í Býráðssalinum beint eftir setanina, har greitt veðrur frá bókini, sigur Bókadeild Føroya Lærarafelags.