Avlop
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Strategiska samstarvið hjá Virðisbrævamarknaði Føroya, VMF, við Kauphøll Íslands hevur givið úrslit. Í tíðindaskrivi skrivar Landsbandi Føroya, at góða rakstrarúrslitið hjá VMF er eitt úrslit av hesum samstarvinum.
Sum partur í samstarvinum keypti VMF í 2004 4,4 prosent av Eignarhaldsfelagnum. Verðbréfaþingi hf., sum átti Kauphøllina, frá íslendska fíggjarmálaráðnum fyri 1,3 mió kr. Svenska partafelagið OMX, sum rekur virðisbrævamarknaðirnar í Svøríki, Danmark, Finlandi og baltisku londunum, keypti 30. november 2006 Eignarhaldsfélagið Verðbréfaþing hf., ið lutvíst varð gjørt við umbýti av partabrøvum og lutvíst við peningaútgjaldi. VMF fekk meira enn 10 mió. krónur í vinningi av handlinum og eigur partabrøv í OMX, sum við árslok 2006 høvdu eitt virði upp á 9,5 mió. krónur.
Partafelagið Virðisbrævamarknaður Føroya hevði aðalfund 26. februar 2007, har roknskapurin 2006 og býti av yvirskoti vórðu góðkend.
Meðan hallið av vanliga rakstrinum í 2006 var upp á 0,4 mió. krónur, hevði felagið eitt avlop eftir skatt upp á 8,7 mió. krónur. Avlopið av fíggjarpostum var 10,4 mió. krónur, og felagið kemur at rinda 1,3 mió. krónur í virðisbrævaskatti.
Felagið samtykti á aðalfundinum at rinda 1,8 mió. krónur í vinningsbýti til partaeigararnar, ið svarar til 20 prosent av partapeninginum.
Partaeigarnir eru býttir í fýra bólkar: Útgevarar, íleggjarar, meklarar og myndugleikar. Stórstu partaeigararnir eru Fíggjarmálaráðið, sum eigur 44 prosent og Landsbanki Føroya við 30 prosentum. Hinir partaeigararnir, sum standa í roknskapinum, eiga 25 prosent av partapeninginum.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Teir eru Stefán Halldórsson og Tummas Eliasen, sum báðir vórðu afturvaldir í nevndina fyri tey komandi trý árini.