Politikkur
Torbjørn Jacobsen hevur framt nógv mál, sum hava ligið leingi, meðan onnur enn liggja eftir, sum hann kortini fegin vildi havt avgreitt.
Tað, sum Torbjørn Jacobsen persónliga er glaðastur fyri at hava avgreitt, er málið um Heilsuskúlan í Suðuroy, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin. Hann metir skúlan sum sít egna barn, sum hann hevur sæð bæði grulvað og eisini reist seg upp at ganga.
Men tað liggja eisini stórmál og bíða eftir eftirmanninum í landsstýrissessinum. Og tað heitasta óloysta málið í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum er málið um Kirkjubømúrin, er Torbjørn Jacobsen als ikki í iva um.
Um framtíðina sigur Torbjørn Jacobsen, at hann nú fær góða tíð at gera viðmerkingar til aktuell mál, og hann fer avgjørt ikki at spara krútið, slær hann fast.
Eisini ætlar hann sær at skriva eina bók, sum hann leingi hevur havt hug til, men ikki fingið tíð at gjørt.
Og so er tað hatta við sjónum, sum honum dámar so væl at flóta á. Torbjørn Jacobsen sigur, at nú fer hann at leita sær eftir einum skipi í staðin fyri Halgafelli, sum sakk í fjør.










