Lagt verður upp til eitt brak av einum flogbóltsdysti, tá bestu kvinnuliðini hjá TB og ÍF bresta saman í Trongisvági leygardagin. Hetta er triðji dysturin í endaspælinum, men hetta er samstundis fyrsti dysturin eftir vetrarsteðgin, so liðini hava ikki verið í dysti í 3 vikur.
Undan dystinum liggur ÍF á odda í meistaradeildini hjá kvinnum, men beint í hølunum á teimum liggur TB, sum bert er eitt stig aftanfyri oddaliðið. Tað vil siga, at vinnarin av dystinum leygardagin leggur seg við vissu á odda í bestu kvinnudeildini.
Hetta eru helst eisini tey bæði liðini, sum hava havt bestu gongdina síðstu dystirnar. Gestirnir úr Fuglafirði hava vunnið síðstu tríggjar dystirnar, og teirra spæl hevur riggað ótrúliga væl í seinastuni.
Hjá TB hevur eisini gingið væl. Tríggir av síðstu fýra dystunum eru endaðir við sigri, og tí er ikki heilt av leið, at júst hesi bæði liðini liggja á odda í meistaradeildini hjá kvinnum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ÍF hevur takið á TB
Liðini hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir undan týdningarmikla toppdystinum leygardagin. Hesir báðir dystirnar hava verið í grundspælinum, og í fyrra dystinum, sum var á Kambsdali, eydnaðist ÍF at vinna ein rættiliga tryggan sigur.
Hevði ÍF vunnið trygt á Kambsdali, so var slett eingin ivi, tá liðini møttu hvørjum øðrum í Trongisvági í síðsta dystinum av grundspælinum. Her vann ÍF ein sannførandi 3-0 sigur, so ÍF hevur veruliga havt takið á TB í ár.
Undan dystinum í Trongisvági er ÍF helst lítil favorittar, men TB hevur tó til góðar at vinna á ÍF í ár, so tær fara sikkurt at leggja nógv fyri í teirra rondum at basa oddaliðnum.










