Vinnarin av Paradise verður funnin í kvøld

Í kvøld verður finalan av Paradise Hotel, og úr Keypmannahavn sendur Rás2 beinleiðis frá finalukvøldinum í LUX Í kvøld verður endabresturin í Paradise Hotel, tá ið Frederik, Line Sofie, Maria og Martin skulu dystast um hvør teirra skal gerast sigursharri í Paradís, og vinnari av 500.000 krónum.

 

Um tað verður eitt par, sum fer avstað við vinninginum, ella tað verður ein einstaklingur finna vit útav í kvøld, tá ið Paradise Hotel finalan byrjar á TV3 kl. 21.00.

 

Í sendingini Hvonn Live sendur reportari hjá Rás2 beinleiðis úr Keypmannahavn, har finalukvøld verður hátíðarhildið í diskotekinum LUX.