Á almennari samkomu í Glyvra Skúla í dag klokkan 14 verður almannakunngjørt, hvør hevur vunnið kappingina um nýggja kirkju á Glyvrum Eftir at avgerð varð tikin um at kassera verandi kirkju á Glyvrum, sum er vorðin ov lítil og ótíðarhóskandi, og ein útbygging ikki varð mett at vera rætta loysnin, útskrivaði kirkjuráðið á Glyvrum arkitektakapping um nýggja kirkju.
Hendan kappingin er nú endað, og í dag klokkan 14 verður vinnarin avdúkaður á samkomu í Glyvra Skúla.
15 uppskot komu inn til kappingina, og tey verða øll sýnd fram í fimleikarhøllini í skúlanum, skrivar Arkitektafelag Føroya í tíðindaskrivi.
Framsýningin av uppskotunum er opin fyri almenninginum frá í dag klokkan 14-20 og fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin frá klokkan 16-20.