Vinnari av Embla: ynskir politikk á landbúnaðarøkinum

Hósdagin var norðurlendska matvirðislønin Embla á fyrsta sinni latin í Keypmannahavn. Sjey virðirslønir vórðu latnar í sjey ymsikum bólkum. Fýra føroyingar vóru tilnevndir í fýra ymiskum bólkum, og teir kappaðust við luttakarar úr Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Álandi. Av teimum fýra tilnevndu vunnu tríggir føroyskir luttakarir virðislønina, og teirra millum var Eva úr Dímun úr Dímunagarði, sum vann í bólkinum Rávøruframleiðarin.

 

 

 

Spurd um, hvat Dímunargarður fær burtur úr einum slíkum heiðri, sum ein Embla virðislønin er, sigur Eva úr Dímun, at tað er týðandi, at arbeiði á garðinum, sum er so umráðandi fyri tey verður virðismett. Eisini vónar hon hetta vekir politiskan ans soleiðis, at kikarin verður vendur móti landbúnaðinum.

 

 

- Vit hava fantastiskt náttúrutilfeingi og hava skyldu til at framleiða tað, sum vit kunnu. Eg trúgvi og vóni, at bæði føroyskir bóndir og politiska skipanin fær íblástur av hesum herðaklappinum, sigur hon.

 

 

Hon greiðir frá, at nógvur ymiskur matur kann frameiðast í Føroyum, og at vit áttu at lagt okkum eftir at gera tað. Tó, so manglar eitt politisk intiativ og prát um evnið, heldur hon.

 

 

Tað sum framleiðast kann valdast, hvussu umstøðurnar verða tillagaðar. Umráðandi er, at ein lendisætlan verður gjørd og hugt verður at, hvørji øki eru landbúnaðarøki.

 

 

- Skuldi eg ynskt mær nakað burturúr hesum vinninginum, so ynski eg, at hetta kjakið um, hvat og hvar vit skulu satsa innan landbúnaðin í Føroyum verður sett á breddan, sigur hon.

 

 

Les meir í Sosialinum, sum kemur í hvørt í í landinum í morgin