Vinnari av Americas Next Top Model í troyggju frá Randi

Brátt gongur vinnarin av Americas Next Top Model í troyggju, sum Randi hevur sniðgivið og bundið.

Søgan um, hvussu tað ber til, at um stutta tíð gongur vinnari av sendirøðini Americas Next Top Model í eini troyggju, sum Randi Hjelm Debes úr Vági hevur sniðgivið og bundið, er bæði stuttlig, jalig og sera áhugaverd.

 

 

 

Herfyri bílegði ein amerikumaður tvær húgvur, har tann eina var til damuna. Síðani bílegði hann sær eina troyggju.

 

 

 

Seinni kom fram, at hesi fólkini í Amerika vóru ikki heilt ókend.

 

 

 

-Húgvurnar havi eg longu sent, men tá visti eg ikki, at fólkini vóru kend, sigur Randi.

 

 

 

-Nú hevur hann eisini bílagt eina Bohéme troyggju til damuna, sigur Randi.

 

 

 

Randi fór at kanna, hvør hesin maðurin, Matthew Rhode, var, og tað vísti seg, at hann arbeiddi innan fílmsídnað, og m.a. legði røddir til film, og eittnú hevur lagt røddir til Star Wars.

 

 

 

Randi kannaði síðani, hvør daman var, og helt seg bera kenslu á. Randi hevur síðani byrjan fylgt við í røðini Americas Next top Model, og helt seg kenna og minnast Adrianne Curry. Og rætt var. Talan var um vinnanran av fyrsta umfarinum av heimskendu sendirøðini.

 

 

 

Sostatt verður Bohéme troyggjan, sum Randi H. Debes hevur sniðgivið og bundið, brátt send til Amerika, har móttakarin er heimskenda Adrianne Curry.

 

 

 

Adrianne Curry hevur á facebook 1,3 milliónir, ið fylgja henni. Og 133 túsind fylgja henni á instagram.

 

 

Øll søgan um Randi og troyggjuna, sum endaði hjá kendum amerikanarum, kann lesast í mikudags Sosialinum.