Vinnaraviljin vann

VB hevði meistararnar í pottinum, men tær megnaðu ikki at basa ótroyttiliga stríðsviljanum hjá Stjørnuni, sum í evstu løtu kortini togaði sær stigini heim

Hondbóltur

 

Tær høvdu alla orsøk at iðra seg. Kvinnurnar hjá VB.

Undan dystinum varð sagt, at trýstið frá Tjaldri á VB kundi gerast sera stórt, um ikki okkurt fekst burtur úr dystinum hjá VB í Klaksvík. Og fyri tað allar mesta tóktist hetta eggja gestunum í Klaksvík at taka sær av øllum.

Fyrstu trý korterini av dystinum var nevnliga lítið og einki, sum bendi á, at Stjørnan skuldi fáa nakað sum helst burtur úr dystinum.

Ikki óvæntað legði Stjørnan stóran dent á at ansa Daivu Toumaite, men VB er ikki longur bara Daiva. Aukse Vysniaskaite og Gurið Mortensen sýndu í løtum stórspæl, og við nógvum variatiónum í álopsspælinum hevði verjan hjá Stjørnuni ovurstórar trupulleikar av at halda VB frá málinum.

Og so hjálpti tað ikki heimaliðnum serliga nógv, at tær ferð eftir ferð misnýttu opnar møguleikar. Eitt er, at VB hevur ein góðan málverja, men í fleiri førum gjørdu tær á heimaliðnum ikki uppgávuna hjá Astu Armanaviciute serliga trupla.

 

Mistu høvdið

Og gongdin var neyvt tann sama, tá seinni hálvleikur. Um nakað fekk VB enn meira ferð á, og eitt skifti lúrdi veruligt sorl í luftini.

Men um miðjan seinna hálvleik kom spakuliga vend í. Fyrst og fremst tí kropssterka verjan hjá heimalðinum nú veruliga byrjaði at fáa takið á álopsspælinum hjá VB. Hetta kostaði nógvar kreftir, og tað strongdi gestirnar, sum nú eisini byrjaðu at misnýta opnar møguleikar. Og tá Kristina Griksaite um sama mundi togaði veruligt stórspæl fram, fór av álvara at knípa hjá gestunum.

Og tá so Stjørnan eisini byrjaði at skora, kom veruligur spenningur í. Simona Petersen hevði fyri tað nógva sitið á beinkinum, men hon fekk nøkur týðandi mál. Tað sama fekk Durita Christophersen, og tá mest stóð á, sýndi Dianne Møller, at hon eisini hevur sjáldsamar dygdir. Seinastu løtuna varð hon sett á veingin, og við fimm skoringum á rað eftir gott pressspæl togaði hon Stjørnuna upp á 24-23.

VB hevði um sama mundi mist Gurið Mortensen, sum fekk reytt kort fyri at toga í armin á leysum álopsspælara, tær megnaðu kortini at svara til 24-24.

Men hetta gjørdist eisini seinasta sprellið frá VB í dystinum. Durita Christophersen fekk seinasta orðið, og hóast Stjørnan megnaði at klodda ein bólt burtur seinasta hálva minuttin, so fekk VB ikki spælt seg ígjøgnum til málið, sum kundi givið eitt sera týðandi stig.

 

Hugburðurin á muni

Meira enn nakað, so prógvaði sigurin – og seinasta korterið av dystinum – at Stjørnan enn sum áður hevur viljan og hugburðin, sum skal til, um tú skalt enda á ovastu rók. Sum fleirfaldir greipuvinnarar er lætt at staðfesta, at í Stjørnuni verður bara ein sigur góðtikið, og avrikið hesa ferð prógvaði eisini, at tær ikki gevast at stríðast, fyrr enn dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð. Nakað sum hevur verið galdandi fleiri ferðir í ár, tá Stjørnan annars ikki hevur fingið spælið at koyra nóg væl.

Hjá VB er spurningurin kanska heldur, hvussu tær megna at snara høvdinum, soleiðis at tað eisini vendir rætt seinastu og avgerandi løturnar av dystinum.

Tí megnar VB at spæla tað spælið, sum tær spældu fyrstu 42-43 minuttirnar í Klaksvík, í ein heilan dyst, so verður sera trupult hjá nøkrum øðrum at standa teimum kurl. Hinvegin er einki loyndarmál, at skjýtur tú bert eitt mál seinastu 12 minuttirnar av einum hondbóltsdysti, so verður serstakliga trupult at fáa stig. Líkamikið, hvør mótstøðan er.

 

Fakta um dystin

Stjørnan-VB 25-24 (10-14)

10 min: 5-5

20 min: 7-9

40 min: 14-18

50 min: 21-23

Málskjúttar

Stjørnan: Durita Christophersen 8, Dianne Møller 6, Simona Petersen 3, Durita Ljósstein 2, Joan Midjord Djordjevic 2, Anna Kristina Samson 2, Durita Mikkelsen 1(1), Una Olsen 1

VB: Aukse Vysniaskaite 7(5), Rannvá Johannesen 6, Gurið Mortensen 4, Svava Vestergaard 3, Daiva Toumaite 2, Bára Mortensen 1, Laila Jespersen 1

Brotskøst: Stjørnan 1, VB 7

Útvísingar: Stjørnan 2, VB 2

Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt)

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen