? Vit høvdu ikki væntað at vinna, tá vit sendu filmin inn. Men vit vónaðu tað. Orsøkin til, at vit yvirhøvur luttóku var hon, at vinnarin fekk eitt kamera. Kameraðið hjá mær er brotnað, so vit vildu royna at vinna eitt nýtt, greiðir Katrin frá.
Anton og Katrin kennast frá studentaskúlanum, har tey eisini hava fingið áhuga fyri at gera film. Tey hava gjørt tveir filmar har.
? í hesum filminum løgdu vit dent á at gera tað so simpult, sum vit kundu. Hann snýr seg um ein mann, sum er inni í einum húsi. So skjótt tú fert út ella byrjar at nýta fleiri støð at taka upp í, veðrur tað innviklað. Tað verður beinanvegin nógv meiri at hugsa um, greiða tey bæði frá.
Tey siga, at tey av fyrstan tíð ætlaðu at gera ein longri film, men tí fóru tey allíkavæl skjótt frá.
? Vit vildu heldur gera tað stutt og gott, siga tey.
Spurd um tað ikki er ein vansi bert at vera tvey um at gera ein film, svara tey sum við ein munn, at tað er tað ikki. Tvørturímóti.
? Tað ger tað nógv lættari.Tá verður tað ikki so roksut, við fleiri meiningum um alt. Tað kann sjálvandi eisini vera ein fyrimunur at hoyra fleiri meiningar, men arbeiðið verður eisini tyngri av tí, svarar Katrin.
Spurd um tey hava ætlanir um nakað meiri innan film, svarar Katrin, at hon í øllum førum ætlar sær filmsvegin.
? Eg kundi gott hugsað mær at arbeitt við filmsredigering, serliga við »special effects«. Eftir summarfrítíðina fari eg niður at lesa multimediadesign, greiðir hon ógvuliga avgjørd frá.
Anton hevur enn ikki gjørt av hvat hann ætlar sær, men man ikki hetta hevur givið honum blóð á tonnina?
Til filmin, sum var 4 min. og 17 sek. nýttu Katrin og Anton:
? 5 tímar til tilrættislegging
? 20 tímar til upptøku.
? 40 tímar til klipping
? Eftir upptøkurnar høvdu tey 3 tímar av tilfari á bandi, sum so skuldi hyggjast at og klippast niður til 4 - 5 min.
? Tey arbeiddu heima við telduprogramminum Premiere Adobe, sum tey ikki høvdu nýtt áður, og tað tók teimum nógva tíð og orku at læra at brúka tað til fullnar.