Vinnararnir funnir

Nakað aftan á døgurðatíð fríggjadagin blivu vinnararnir í Summarkappingini hjá Sosialinum funnir, og hetta gjørdist eisini endin á eini væleydnaðari Summarkapping, har túsundtals fólk høvdu sent kalendarar inn til Sosialin við vón um at vinna ein av spennandi vinningunum

Fyrst í mai mánaði fór Sosialurin í gongd við Summarkappingina annað árið á rað. Fyrstu ferð henda kapping var á skránni, var á sumri 2006, og kappingin eydnaðist so mikið væl, at avgerð bleiv tikin um at royna hetta enn einaferð.

Endamálið við kappingini var, at lesarar hjá Sosialinum í eitt tíðarskeið kundu savna saman puntar, sum vóru í blaðnum hvønn dag frá mánadegnum 7. mai til fríggjadagin 8. juni, og hetta var sjálvsagt eisini tíðarskeiðið, sum Summarkappingin fevndi um. Tey, sum høvdu savnað allar puntarnar saman, kundu senda kalendaran inn til Sosialin, og so vóru tey við í kappingini um vinningarnar, sum høvdu eitt samlað virði upp á 250.000 kr.


Fokus bleiv sett á summarið

Tað eru tó ikki bert puntar og putlispøl, sum hava verið við í summarkappingini hesar fimm vikurnar, sum kappingin fevndi um. Sosialurin hevur nevniliga eisini sett fokus á summarið hesar dagarnar, og her hevur verið skrivað um nógv ymiskt, sum hevur við summar og frítíð at gera.

Føroyska ferðavinnan hevur eisini vundið upp á seg síðstu tíðina, og henda partin av summarinum hava vit roynt at lagt dent á í Summarkappingini. Vit hava m.a. havt samrøður við fleiri av ferðaveitarunum kring landið fyri at kunna lesaran um, hvørjir ferðamøguleikar eru á okkara vøkru oyggjum.

Summarkappingin hevur tó ikki bert drigið seg um ferðamál og veitarar innan føroysku ferðavinnuna. Vit hava eisini skrivað um móta, grill, tryggi og nógv annað, sum hevur við føroyska summarið at gera. Harafturat hava vit spurt fólk á gøtuni, hvat tey ætla sær at gera í summar.


Vinningar fyri fjórðings millión

Fólk, sum hava tikið lut í kappingini, hava havt møguleika at vinna nógvar góðar vinningar. Millum vinningarnar hava verið nógvir flogferðaseðlar frá Atlantic Airways, nøkur uppihald á Lalandia í Danmark, hotel uppihald í onkrum av býunum, sum Atlantic Airways flýgur til, umframt fleiri aðrar smærri vinningar. Leggjast kann afturat, at tey, sum hava tikið lut í kappingini, hava havt møguleika at vinna vinningar, sum hava eitt samlað virði upp á heili 250.000 kr.

Fríggjadagin kom so endiliga dagurin, tá vinnararnir blivu funnir. Hetta hendi á niðaru hædd í Miðlahúsinum, tá stjórin á Atlantic Airways, Magni Arge, og ábyrgdarblaðstjórin í Sosialinum, Jan Müller, drógu lut ímillum allar kalendararnar, sum vóru komnir inn í samband við Summarkappingina. Við hesum er Summarkappingin eisini komin at enda, og á hesum síðunum kunnu tit, sum hava sent kalendarar inn, síggja, um tit hava vunnið onkran av góðu vinningunum í Summarkappingini. 


Vinningarnir og vinnararnir í Summarkappingini eru annars hesir:


Vinningar í Summarkappingini


Vinningar nr. 1-11:

Lalandia uppihald og flogferð til DK og aftur (M-semiflex) fyri 2 vaksin og 2 børn. Virði kr. 15.238,00


Vinningar nr. 12-20:

Flogferð fyri ein persón til Reykjavíkar, aftur og fram (M-semiflex), umframt útferð fyri tveir persónar við Iceland Excursions og World Class (Spa). Virði kr. 4.496,00


Vinningur nr. 21:

Flogferð fyri ein persón til Reykjavíkar, aftur og fram (M-semiflex), umframt studio íbúð í tvær nætur á Hotel Frón (í lágsæson). Virði kr 4.696,00


Vinningur nr. 22:

Gisting í summarhúsið í Føroyum eftir engum ynski frá Ferðaráð Føroya. Virði 1.500,00 kr


Vinningur nr. 23:

Fýra tímars fiskitúrur við Komet fyri 10 fólk. Virði 3.500,00 kr.


Vinningur nr. 24:

Útferð við Norðlýsinum fyri 12 fólk. Virði 5.000,00 kr.


Vinningur 25-29:

Vikuskiftið á Hotel Vágum í tvær nætur í dubultkamarið við morgunmati, 2x3 rættir surprise menu fyri tvey og ein fløska av vín. Virði 2.710,00 kr.


Vinningar 30-34:

Tríggjar rættir surprise menu fyri tvey á Rio Bravo og eina fløsku av víni. Virði á. 1.000 kr.


Vinningar 35-39:

Bilaleiga í Føroyum í tríggjar dagar frá Flogfelag Føroya. Virði á 2.055,00 kr.




Vinnarar í Summarkappingin


1. Sylverius Jacobsen, Kurnláarbrekka 5, 480 Skála

2. Elsebeth Gerðisá, Nesvegur 2, 655 Nes

3. Anne Mia av Reyni, Undir Heygnum 35, 100 Tórshavn

4. Sólva Joensen, Garðsvegur 33, 520 Leirvík

5. Steingrím Vang, J. Broncksgøta 27, 100 Tórshavn

6. Annibeth Sørensen, Sandoyarvegur 16, 740 Hvannasund

7. Ólvaur Christiansen, Skúlavegur 13, 490 Strendur

8. Tony Weyhe, Heygavegur 5, 410 Kollafjørður

9. Anna Johansen, Millum Gilja 50, 188 Hoyvík

10. Birna Mikkelsen, Norðuri í Sundum 31, 410 Kollafjørður

11. Bára Martinsdóttir Strøm, 826 Trongisvágur

12. Eyðna Joensen, Guðrunargøta 6, 512 Norðragøta

13. Lis Waagstein, Granagøta, 100 Tórshavn

14. Hjørdis P. Andreasen, Grønlandsvegur 14, 100 Tórshavn

15. Sigrun Poulsen, á Líknargøtu 7, 600 Saltangará

16. Sólgerð Norðberg, Brekkugøta 6, 100 Tórshavn

17. Anna Mørkøre, Velbastaðvegur 6, 100 Tórshavn

18. Senøva Thomsen, Sjógøta 42, 800 Tvøroyri

19. Durita Dam, Varðagøta 53, 100 Tórshavn

20. Bjørg Joensen, Sandvíkarvegur 1, 860 Sandvík

21. Sofía M. Ellefsen, Jørundargøta 27, 188 Hoyvík

22. Annfinn Hammer, Brúarvegur 1, 960 Hov

23. Anna Malena Petersen, Sleipnisgøta 9, 100 Tórshavn

24. Hans P. Olsen, Gamlivegur 33, 690 Oyndarfjørður

25. Sveinbjørn Winther, Egholmstrøð 5, 100 Tórshavn

26. Anna Mohr, Handan á 13, 100 Tórshavn

27. Borghild Ellefsen, Sandágøta 6, 160 Argir

28. Sólbjørn Fríði Olsen, Dalavegur 51, 100 Tórshavn

29. Anna E. Mikkelsen, undir Fossum 28, 700 Klaksvík

30. Janus H. Dragasund, Lílatrøð 8, 100 Tórshavn

31. Oddvør Johannesen, 476 Gjógv

32. Fríði Weyhe, Heygavegur 5, Kollafjørður

33. Elin Nielsen, 870 Fámjin

34. Lisbet Jacobsen, 870 Fámjin

35. Jan Hovgaard, Hógavegur 9, 950 Porkeri

36. Ragnhild og Tórstein Østergård, Pætursgøta 16, 188 Hoyvík

37. Almfinn Jacobsen, Jensgøta 12, 485 í Skálafirði

38. Kári Nolsøe Olsen, Heiðriksmørk 14, 520 Leirvík

39. Rani og Rókur, Varðabrekka 7, 100 Tórshavn