Vinnararnir avdúkaðir sunnukvøldið

Stórur áhugi fyri skrivikapping

Í nøkur ár hevur Runavíkar kommuna skipað fyri skrivikapping, í sambandi við Mentanarvikuna. Tekstasløgini hava verið skiftandi; Í 2021 varð kappast í at skriva stuttsøgur, í 2022 í essay-skriving og í ár varð sóknast eftir yrkingum.

 

Fyriskipararnir siga at endamálið við árligu skrivkappingini, er at kveikja áhuga fyri føroyska málinum og skriving sum heild.

 

Okkurt bendir á at hettar er eydnast, tí undirtøkan hevur verið góð. 123 yrkingar eru komnar inn.

 

Vinnararnir verða kunngjørdir á tiltakið á bókasavninum við Løkin sunnukvøldið 23. apríl.