Vinnarar og fyrireikarar vóru væl nøgdir við venjingarkappingina

8 lið úr Effodeildini og 4 lið úr 1. deild tóku lut í einari fótbóltskapping, sum var avgreidd í Gundadali í dag.

 

HB vann finaluna við 4-0 á AB. Í hálvfinaluni vann HB 1-0 á NSÍ, meðan AB í sínari hálvfinalu vann 2-1 á 1. deildarliðnum hjá HB.

 

Tá kappingin var liðug tosaðu vit við venjaran og leikandi hjálparvenjaran hjá HB, Oddbjørn Joensen og Fróða Benjaminsen. Teir vóru báðir sera væl nøgdir við at hava verið til eina slíka kapping, har teirra lið hevði spælt 5 dystir á 35 minuttir. Báðir vóna, at tiltakið verður endurtikið næsta ár.

 

Vit tosaðu eisini við Frankie Jensen og Áka Johansen frá Venjarafelag Føroya, sum staðfestu, at talan verður um eitt afturvendandi tiltak. Men væntandi verður tiltakið hálvan februar komandi ár. Teir eru sera glaðir fyri undirtøkuna, og eins og Oddbjørn Joensen, venjari hjá HB frøddust teir um møguleikan at síggja nógv ymisk lið, umframt at kunna gera nøkur góð faklig prát.

 

Tað ber til at hoyra prátini við Oddbjørn Joensen, Fróða Benjaminsen, Frankie Jensen og Áka Johansen undir greinini.

 

Á hesari slóðini ber til at síggja og hoyra eina kykmynd, har Heðin Mortensen handar vinnandi liðnum ferðasteyp: www.youtube.com/watch

 

Á hesari slóðini ber til at síggja og hoyra eina kykmynd, har Frankie Jensen vegna venjarafelagið handaði Heina Vatnsdal steyp, sum venjarafelagið lat Heina fyri at verða besta spælara í kappingini : www.youtube.com/watch