Basaltbrunnar
-Vit eru væl nøgdir. Hetta sær út til at vera ein vinnaraloysn fyri allar partar sigur Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess. Hann heldur tað vera rætt og náttúrligt, at Statoil er fyristøðufelag, nú tað frammanundan er tað í tveimum av teimum trimum loyvunum, sum her verða løgd saman. Hann heldur somuleiðis, at uttan mun til úrslitið av boringini, so verður tað áhugavert.
-Nú hoyrir man oftani, at Amerada Hess er við at taka seg úr Atlantsmótinum!
-Vit eru við bæði við Føroyar og í bretskum øki. Man ger tað, sum ein heldur vera hóskandi í einum øki. Tað vil altíð vera so, at møguleikar eru kring allan heim, og man fer har teir bestu møguleikarnir eru.
Meðan bæði BP og Statoil hava latið síni loyvi frá 1. útbjóðing aftur til føroyskar myndugleikar nakað áðrenn tíðina, so hevur Hess gjørt av at bíða, tí nakað er eftir av arbeiðsprogramminum, av førleikamenning og øðrum.










