Vinnarabók um ræðuligar loynidómar

Svári loynidoymurin um misnýtslu og neyðtøku er tema á fleiri tíðarplanum í skaldsøguni Reinsanin eftir finsku Sofi Oksanen, sum vann Norðurlanda Bókmentavirðislønina í gjár

»Evnini í skaldsøguni, kærleiki, svik, makt og maktaloysi eru tíðarleys. Við einum sjáldsama neyvum og rámandi máli lýsir Oksanen, hvat søgan ger við einstaka menniskjað, og hvussu søgan er til staðar í nú’inum«

Soleiðis varð millum annað sagt í grundgevingini fyri at lata Sofi Oksanen Norðurlanda Bókmentavirðislønina í gjár fyri skaldsøguna Reinsanin.
Ein summarmorgun í 1992 finnur gamla Aliide Truu eina útlúgvaða og forvirraða kvinnu í havanum. Kvinnan Zara er lumpað frá sínum heimi í
Vladivostok til sexslavarí i Berlin. Felags fyri tær báðar kvinnurnar er, at tær báðar fjala yvir ræðulig loyndarmál um harðskap, misnýtslu og neyðtøku av kvinnum.
- Eg kallaði bókina Reinsanin, tí eg vildi hava eitt einstakt orð, sum vísir til traumatisku reaktiónina hjá kvinnum, sum eru neyðtiknar. Tær vaska sær alla tíðina. Tað er universielt og tað hava hesar kvinnur gjørt gjøgnum allar tíðir, sigur Sofi Oksanen við norska blaðið Aftenposten.
Karmurin kring frásøgnina er ítøkiligar søguligar hendingar frá burturflytanini av túsundtals estarum til Siberia í 1940’unum og sovjettisku hertøkuna av Estlandi í 1992 til brennanda aktuella menniskjahandilin í Eystursjóvarøkinum.