Vinnandi sangurin givin út í Danmark

Vinnandi sangurin í sangskrivarakappingi hjá AME verður givin út á danska marknaðinum, um vinnarin ynskir hettta, skrivar ame.fo í kvøld. Frammanundan er greitt, at vinnarin fær kr. 75.000 at brúka til eina tónleikaframleiðslu. Nú bjóðar danska plátufelagið RecArt, seg til at geva út vinnandi sangin í Danmark.

Plátufelagsstjórin Jens Ove Friis hevur verið vanligur gestur til Prix Føroyar seinnu árini. Hann hevur stóran áhuga fyri føroyska tónleikapallinum, tí er hann valdur at vera ein av teimum útlendsku dómarunum, ið skulu taka støðu millum tey 21 løgini, ið føroyska dómsnevndin hevur tilnevnt.

Jens Ove Friis sigur við ame.fo:

- Nú eg havi lurtað eftir øllum 21 sangum, bjóði eg, at geva vinnandi sangin út í Danmark sum stakfløgu á RecArt Music. Vit bjóða promotion á øllum útvarpsstøðum í Danmark og sølu av stakfløguni á øllum viðkomandi sølustøðum. Harumframt er RecArt Music áhugað í at geva út eina heila fløgu við vinnaranum á danska marknaðin. Áðrenn hetta skulu tó samráðingar og ein meting av verkætlanini gerast.

 

Um RecArt

RecArt Music er eitt miðalstórt danskt plátufelag. Felagið metur at sølan í 2007 verður umleið kr. 40 milliónir, Felagið gevur umleið 20 fløgur um árið. Í 2006 hevði RecArt Music 12 fyrstu pláss á danska sølulistanum.

RecArt er partur av MBO, ið er ein felagsskapur fyri donsk óheft plátufeløg. Til MBO er eitt tónleikaforlag og sølufeløg í Noregi og Svøríki. Nordisk Film eigur part í MBO, og hesi bæði feløg hava somu sølufelag í Danmark.

 

Hvat lag av teimum 124, ið vórðu send inn hevur vunnið, verður avdúkað á samkomu í Norðurlandahúsinum 22. mars.