Vinnan á vinnudag í Wien

Tíðliga í heyst fáa føroyskar fyritøkur møguleikan at hitta áhugaverdar samstarvsfelagar í Eysturríki. Fríggjadagin tann 4.september 2009 verður eysturríkska útflutningsráðið vertur fyri forvitnisligum vinnudegi í Wien fyri føroyskum og eysturríkskum vinnulívi.

Uttanríkisráðið sigur, at tað yvirskipaða endamálið við vinnudegnum er at knýta vinnulig sambond millum føroyskar og eysturríkskar fyritøkur.

Á vinnudegnum í Wien fáa føroyskar fyritøkur kunning um, hvat rørir seg á eysturríkska marknaðinum, og hvat hann hevur at bjóða. Eisini letur eysturríkska útflutningsráðið upp fyri møguleikanum hjá føroyskum fyritøkum at koma á tal við samstarvsfelagar í Eysturríki á sonevndum B2B fundum.

At enda er ein vitjan hjá eysturríksku fyritøkuni Frequentis á skránni. Frequentis ger tól til bæði sjó- og loftferðslu, og eysturríkska fyritøkan hevur longu kundar í Føroyum. Umboð fyri eysturríkska Útflutningsráðið í Danmark vitjaði Føroyar og føroyskar fyritøkur farna heyst.

Í kjalarvørrinum á vitjanini var semja um, at føroyskt og eysturríkskt vinnulív hava nógv felags áhugamál. Fyri at styrkja um vinnuliga sambandið landanna millum hava føroyska Uttanríkisráðið í tøttum samstarvi og eysturríkska útflutningsráðið tískil tikið stig til vinnudagin í Wien, sigur uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.