- Tað verða átta ár síðani at vit fingu vita, at loyvini skulda ganga út um tíggju ár. Og at man tá segði, at man í góðari tíð skuldi kunna um, hvat fór at henda aftaná 1. januar 2018. Higartil er einki komi, tað sigur Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum í samrøðu við tíðindini á Rás 2 fyrr í dag.
- Nú nærkast 1. januar 2018 við fullari ferð. Vit skulu fyrst gjøgnum eitt val, so gjøgnum eina tíð, har man skal finna ein komandi meiriluta. Tað er tá klárt, at tíðin gongur. Ein vinna, ið ger stórar íløgur, hon tolir ikki alt ov radikalar og stuttfreistaðar loysnir.
Sjálvur heldur formaðurin í Reiðarafelagnum, at tað hevði verið rættast, at útsett fiskivinnunýskipanina.
- Eg haldi man er komin so nær uppat, at tað er rætt at umhugsa at útseta tað, og so heldur hava tað tíð tað tekur, at finna útav hvat man vil.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við Anfinn Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.