Vinnan skipar seg sjálv

Eisini Sambandsflokkurin hevur sent Suðuroyar Oljuvinnuráð svar uppá spurninginnum oljuútgerðarhavn.

Uppá fyrispurning hvørja støðu Sambandsflokkurin hevur til, at eitt komandi oljuvirksemi í Føroyum verður savnað í Suðuroy, hevur flokkurin sum politiskur flokkur, ið umfatar alt landið, einki eintýðugt svar.

-Okkara uppskot, er stendur í svarinum, at vinnan skipar seg sjálv eftir teimum lógum og reglum, sum verða galdandi - í hesum førinum - innan eina komandi oljuvinnu. Hava fyritøkur innan oljuídnaðin, sum fáa loyvi at virka á føroyska økinum, áhuga at leggja sítt virksemi í Suðuroy, vil Sambandsflokkurin taka undir við tí stendur í svarinum frá flokkinum til Suðuroyar Oljuvinnuráð.