Vinnan skapar vøksturin, eisini við tilfeingisgjaldi

Arne Winthereig
----

Nógv er tosað um, hvør stýrir hvørjum í samgonguni. Her hava allir politiskir viðmerkjarar tosað um, at Fólkaflokkurin er tann flokkurin í samgonguni, sum hevur fingið mest burturúr.
Hyggja vit í samgonguskjalið, síggja vit eisini, at flokkurin hevur fingið gomlu skipanina við rullandi loyvum inn í samgonguskjalið, og eingin tekstur er nevndur um gjald á tilfeingi (tilfeingisskatturin er ikki tilfeingisgjald, men eyka skattur).
Leingi hevur verið tosað um, nær Sambandsflokkurin fór at vakna úr hesum Fólkafloksdvalanum, sum tað hevur sæð út sum, Sambandsflokkurin hevur ligið í.
Nú er Sambandsflokkurin vaknaður, og nú vendst ikki aftur. Vit skulu hava eitt tilfeingisgjald á umleið 200 milliónir fyri makrelin, og arbeiðast má fram ímóti, at øll fiskivinnan, alivinnan og møguliga ráðevnisvinnan somuleiðis koma at rinda fyri tilfeingið, hesar vinnur útvinna.
Tað er neyðugt fyri, at vit framhaldandi skulu hava vælferðarsamfelagið Føroyar, og størri týdning, tað er eisini neyðugt, fyri at vit kunnu reka eina vinnu, bygda á marknaðartreytir.
Tað er vinnan, sum skal skapa vøksturin, og tískil er neyðugt, at vit í Føroyum hava heimsins bestu vinnu, sum til eina og hvørja tíð verður noydd at effektivisera seg fyri at skapa størst virðir fyri samfelagið.
Tí sigi eg, at tað er upp á tíðina, at Fólkaflokkurin eisini vaknar og sær, at neyðugt er at fáa gjald fyri tilfeingið og ikki verja einstaka reiðaran. Tað er ræðandi, at ein flokkur, sum situr á fíggjarmálum í Føroyum, ikki sjálvur dugir at síggja tørvin á at fáa eitt tilfeingisgjald í hús. At Sambandsflokkurin síðani kemur út og sigur, at soleiðis skal tað vera, sigur okkum bara, at vit enn hava flokkar í samgonguni, sum hava styrkina og viljan til at lyfta hetta samfelagið fram á leið, tí tað hevur Fólkaflokkurin ikki víst seinastu tíðina.
Fólkaflokkurin vil sjálvandi ganga undir kravinum hjá Sambandsflokkinum viðvíkjandi tilfeingisgjaldi, tí Fólkaflokkurin kemur eisini við tíðini at síggja, at hetta vil fremja eitt effektivt vinnulív og ikki minst eitt attraktivt samfelag hjá okkara eftirkomarum at búgva í.